Andstøðan vil ikki hjálpa samgonguni at skerja verkfallið

Andstøðuflokkarnir halda, at sum støðan er nú, skal Løgtingið halda seg burtur

Tað er greitt, at andstøðan í Løgtinginum er ikki sinnað at stuðla samgonguni at skerja verkfallið hjá Pedagogfelagnum. Tað er greitt, nú vit hava tosað við umboð fyri allar andstøðuflokkarnar.

 

Sum vit skrivaði í áðni, fer Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðurin, at hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skerja verkfallið hjá pedagogunum. Endamáli við tí er, at Almannaverkið hevur nokk av pedagogum til arbeiðis at tey kunnu veita eina forsvarliga tænastu, uttan at lív og heilsa verður sett í vanda.

 

Men skal tað eydnast, verður tað heilt avgerðandi, at Løgtingið samtykkir at víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at málið kann verða avgreitt alt fyri eitt. Undir vanligum umstøðum tekur tað annars upp til ein mánað at avgreiða eitt løgtingsmál, tí tað skal eisini viðgerast í eini nevnd, og hon hevur ein mánað at avgreiða málini.

 

Les eisini: Fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skerja verkfallið

 

Men fyri at víkja frá tíðarfreistunum, skulu minst 3/5 partar av tinglimunum, sum eru til staðar, atkvøða fyri tí. Tað merkir, at er Løgtingið fullmannað, krevst, at 20 tinglimir atkvøða fyri at víkja frá tíðarfreistunun.

 

Skal Løgtingið víkja frá tíðarfreistunum, verður tað sostatt neyðugt, at eisini tinglimir í andstøðuni atkvøða fyri tí. Men tað eru flokkarnir í andstøðuni ikki sinnaðir til, soleiðis sum støðan er nú og sostatt sleppur samgongan ikki at skerja verkfallið hjá pedagogunum, í hvussu so er ikki fyribils. Andstøðuflokkarnir halda, at sum støðan er nú, eigur Løgtingið ikki at leggja seg út í verkfallið. Meiri um tað um eina løtu.