Leggur uppskot fyri Løgtingið um at skerja verkfallið hjá Pedagogunum

Uppskotið er klárt at leggja fyri Løgtingið, sigur landsstýrismaðurin

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Arbeiðsmarknaðarmálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skerja verkfallið hjá pedagogunum. Hann sigur, at tað er samgongan samd um, og uppskotið er longu skrivað. Hann sigur, at finna partarnir ikki eina semju nú, verður uppskotið lagt fyri Løgtingið, men um tað akkurát verður í dag og í morgin, dugir hann ikki at siga.

 

Men hann væntar avgjørt, at tað verður í dag. Endamálið við uppskotinum er at geva Almannaverkinum tey undantøk, tað er neyðugt at fáa fyri at tryggja lív og heilsu. Tað merkir, at Almannaverkið skal fáa heimild til at kalla pedagogar til arbeiðis, men fyri at tryggja, at støðan ikki verður misbrúkt, skal Pedagogfelagið fáa heimild til at kæra málið til eina nevnd, har Almannaverkið og Pedagogfelagið, fáa hvør sítt umboð, saman við einum óheftum formanni.

 

Hinvegin sigur hann, at eitt, sum verður rættiliga avgerðandi fyri, hvussu skjótt málið kann avgreiðast, er, um Løgtingið eisini er sinnað av víkja frá øllum tíðarfreistum. Samtykkir Løgtingið tað, kann tað avgreiðast upp á ein dag, ella ein hálvan dag. Undir vanligum umstøðum tekur tað annars upp til ein mánað at avgreiða eitt løgtingsmál, tí tað skal eisini viðgerast í eini nevnd, og hon hevur ein mánað at avgreiða málini.

 

Men fyri at víkja frá tíðarfreistunum, skulu minst 3/5 partar av tinglimunum, sum eru til staðar, atkvøða fyri tí. Tað merkir, at er Løgtingið fullmannað, krevst, at 20 tinglimir atkvøða fyri at víkja frá tíðarfreistunum. Løgmaður skuldi tosað við floksformenninar um teir eru sinnaðir at víkja frá tíðarfreistunum, soleiðis at málið kann verða avgreitt beinanvegin, men tað hava vit um heilt skjótt.