Anfinn Kallsberg: ? Búskaparvøksturin er næstan tað dupulta

Tølini, sum danska fíggjarmálaráðið legði á borðið undir samráðingunum eru fullkomiliga burturvið, tí tey taka útgansstøði í nøkrum sum ikki er veruligt. ? Búskaparvøksturin er tað dupulta og kann uttan hóvasták gerast nógv hægri, eitt nú tá leitingarskeiðið eftir olju byrjar, sigur løgamður

Føroyingar og danir hava mangan brattan fari, men sum støðan er í løtuni, so er tað nakað, sum minnir á »krígsstemning« í Tinganesi.

Har føla tey, at danir hava bjóðað av, við at leggja tøl á borðið, sum eftir teirra meting, stutt og greitt, ikki hava hald í veruleikanum. Útrokningin hjá Fíggjarmálastýrinum byggir á tøl frá 1995 og tí hava føroyingar illgruna um, at tølini eru gjørd fyri langari tíð síðani. Og umframt tað, so eru tey í fleiri førum beinleiðis skeiv.

? Tí halda vit, at hetta er gjørt við einum fyri eyga, og tað er at niðurgera føroyingar og føroysk ynski um sjálvstýri, sigur Anfinn Kallsberg við Sosialin.


Skeiv tøl

Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, segði á tíðindafundinum í gjár, at fleiri av tølunum, sum standa í útrokningini eru skeiv.

? Millum annað stendur BTÚ at vera 6,5 mia. krónur, men verunleikin er, at talið fyri 1999 var 7,4 mia. krónur. Brúka danir hetta talið at rokna skiftistíð, so verður shon nógv styttri. Eitt annað er, at veruligi búskaparvøksturin í tíðarskeiðnum 1962 til 1999 var 3,5 prosent og tá eru kreppuárini eisini innroknað. Í sínum útrokningum brúka danir úr einum hálvum til 2,5 prosent, greiddi Karsten Hansen frá.

Hesi tøl hava við sær, at skiftistíðin, sum danir rokna hana út, verður longri enn tað, sum føroyingar hava lagt upp til.

? Og so er tað eitt afturat, sigur Anfinn Kalsberg, løgmaður, ? Tað er, at tá leitiskeiðið eftir olju á føroyska landgrunninum fer í gongd, er ikki óhugsandi, at búskaparvøksturin verður tvey ella trýfalt tað, sum hann er í dag. Tí er tað beinleiðis øseriøst av dønum at roknað við so látum tølum, sum teir gera, sigur løgmaður.

Tað er millum annað hetta, sum fær hann til at hava mistanka til danir, um at hava ein skjúldan dagsordan.


Føroyingar øðrvísi enn onnur fólkasløg

Eru andstøðan og samgongan ósamd um fullveldismálið, so hevur tað eydnast fíggjarmálaráðnum at fáa partarnar at semjast um, at roknistykki hjá dønum upp á hvussu nógv føroyingar í Danmark kosta, er heilt burturvið.

? Eg havi ongantíð hoyrt um slíkt, sigur Karsten Hansen, ? Roknistykki sigur í fyrsta umfari, at føroyingar í Danmark kosta eina rúgvu av peningi, uttan at teir geva nakrar inntøkur, og tað er kolasvørt lygn.

? Eitt annað er, at nú fáa vit at vita, at føroyingar í Danmark ikki hava sama rætt, sum onnur fólkasløg í Danmark og fyri tað danir sjálvir. Vit fáa nevniliga at vita, hvussu nógv danski staturin hevur goldið í kontanthjálp, sjúkradagpening, barnaansing og mangt annað og tað er fyrstu ferð nakrantíð, at eg havi sæð nakað, sum er so niðarlaga, sigur Karsten Hansen og hann fær undirtøku frá øllum starvsfeløgunum í landsstýrinum og løgmanni eis-ini.

Karsten leggur afturat, at hann heldur mátan vera løgnan, tí tær tænastur, sum standa í skrivinum eru vanligar tænastur í Danmark og spyr hví føroyingar nú skulu revasst fyri tað, tá einki annað fólkaslag verður tað.


Einki at fjala

Anfinn Kallsberg, sum gjørdist sera bilsin av framferðini hjá Nyrup bæði í hesum málinum og í heila tikið segði annars á tíðindafundinum, at landsstýrið nú ætlar, at samráðingarnar skulu verða sum ein opnahjallur so almennar.

? Tað var ikki tí, at vit hava nakað at fjala, at vit vildu hava samráðingarnar loyniligar, men av tí einføldu orsøk, at tað er lættari at arbeiða, tá fjølmiðlarnir ikki sita við kring borðið, men soleiðis verður tað ikki nú, sigur løgmaður.

Hann hevur sent Poul Nyrup Rasmussen bræv við uppskotið um, at samráðingarnar vera almennar og hesum hevur Nyrup tikið undir við.

? Hetta merkir bara, at tað verður truplari at arbeiða, tí nú verða fjølmiðlarnir við alla tíðina, sigur Anfinn Kallsberg. ? Tað klára vit at liva við, tí har er einki at fjala.