Sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin hava nú lagt síni sjónarmið um Hvítubók á borðið, og teir báðir stóru andstøðuflokkarnir hava eisini boðað frá, hvussu teir halda, at framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark skulu myndast.
Á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum, sum var í Skopun í vikuskiftinum, var boðskapurin, at Hvítabók kann ikki brúkast sm grundarlag undir viðgerðini av spurninginum, og á fundinum, sum týsmorgunin var á læraraskúlanum um Hvítubók, og har umboð fyri teir politisku flokkarnar komu við sínum áskoðanum, vóru fáar ella ongar ábendingar um, at møguleiki er fyri, at partarnir fara at narkast hvørjum øðrum.
Semja um málið
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur verið staddur í New York, meðan alt hetta hevur gingið fyri seg.
Í gjárkvøldið skuldi hann koma aftur til Føroya, og hóast hann ikki í smálutum hevði kunnað seg um alt tað, ið er farið fram hesar fyrstu dagarnar, sum Hvítabók av álvara hevur verið viðgjørd av øllum teimum politisku flokkunum, so heldur hann ikki, at tað, sum er komið fram, er ein rimmarføst staðfesting av, at tað ikki fer at bera til at fáa ta breiðu semjuna, sum løgmaður í Sosialinum leygardagin segði seg vóna fór at bera til, og sum hann segði seg fara at arbeiða nógv fyri at fáa í lag.
Tað snýr seg um heildina
Í sínum viðmerkingum til tað, sum stendur í Hvítubók, undirstrikaði Jóannes Ejdesgaard, formaður javnaðarfloksins bæði á landsfundinum og á tíðindafundinum, sum var mánadagin, og hann endurtók tað á fundinum týsmorgunin, at tað er ein sera stórur mangul í Hvítubók, at har verður einki sagt um, hvussu fullveldi og harvið skilnaur í ríkisfelagsskapinum fer at ávirka lívið hjá tí einstaka og familjunum í Føroyum.
Hvat sigur hann, sum skal standa á odda í politisku samráðingunum millum føroysku flokkarnar og seinni við danir, til hetta?
Anfinn Kallsberg:
-Tað er greitt, at øll slík viðurskifti, eisini spurningurin um, hvussu familjan og húskini verða stødd eftir broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, skulu vera við í hesi viðgerðini - prosessini. Vit fara ikki at gera nakað óðamannaverk. Vit hava m.a. sett okkum fyri , at umstøðurnar hjá familjuni ikki versna. Og tað er sjálvandi ikki fyrr enn tú kemur í eina samráðingarstøðu, at tú beinleiðis kann siga, hvussu tingini verða løgd til rættis og framd.
Løgmaður vísir á, at í Hvítubók verður víst á eina rúgvu av kombinatiónsmøguleikum, og hann undirstrikar enn eina ferð tað, sum hann segði í blaðnum leygardagin um, at tað, sum ræður um, er politiskt bæði at finna fram til ein málsetning tvs. hvat man vil - og eina metodu, tvs. hvussu tú røkkur málsetninginum.
Pakki og eingin turbolensur
Løgmaður sigur, at landsstýrið sjálvandi fer at taka hædd fyri, at allar broytingar verða gjørdar soleiðis, at vit ikki fáa ein øgiligan turbulens í samfelagnum, og harvið er hann av tí áskoðan, at tað ber ikki til at leggja eina semju við danir fyri fólkið at taka støðu til, sum ber í sær, at livikorini í Føroyum fara at versna.
?Gera vit tað, so kemur hetta als ikki ígjøgnum, og so eru vit líka vítt sum sítt, sigur løgmaður, sum eftir útspælið hjá javnaðarflokkinum, ið hevur lagt nógva orku í at undirstrika týdningin av livikorunum og harvið frælsinum hjá tí einstaka føroyinginum, hevur hesar viðmerkingar til javnaðarflokkin:
-Eg eri sera fegin um, at javnaðarflokkurin hevur lagt seg á eina linju, sum miðjar móti sama endamáli sum er málið hjá okkum í samgonguni. Mín uppgáva verður at samansjóva sjónarmiðini, og tað merkir millum annað, at tað skal arbeiðast í samgonguni við at snøgga og skera orðingar um mátan, ið vit kunnu røkkan málinum uppá, soleiðis at úrslitið verður nakað, sum vit í samgonguni og javnaðarflokkurin kunnu taka undir við og liva við.
Velst um ríkið
Javnaðarflokkurin hevur sagt, at hann gongur bara við til loysnir á ríkisrættarliga spurninginum, sum eru innanfyri karmarnar av ríkisfelagsskapinum.
Tá løgmaður og samgongan hava sett sær sum mál, at Føroyar longu í hesum valskeiðnum skulu vera eitt fullveldi, so kundi tað sæð út til, at ein roynd at fáa eina breiða semju í lag longu nú er dottin á gólvið, men hetta vil løgmaður ikki ganga við til:
-Tað veldst um, hvat tú leggur í hugtakið ríkisfelagsskapin. Vit skulu eisini í framtíðini hava nøkur felags mál, og tá javnaðarflokkurin púra greitt sigur, at løgtingið skal vera evsti myndugleikin í Føroyum, so staðfesti eg, at vit standa ikki so langt frá hvørjum øðrum. Spurningurin, sum má loysast, er nú mátin, sum vit fara fram uppá, og so tíðarkarmurin, sum vit skulu arbeiða innanfyri, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum ikki leggur so ógvuliga nógvan dent á tað, sum Ole Stavad, næstformaðurin í danska javnaðarflokkinum, í vikuskiftinum segði á landsfundinum hjá føroyska javnaðarflokkinum:
?Tá eitt slíkt útspæl ella ein slíkur politiskur boðskapur verður tikin burtur úr allari rúgvini, ber til at uppfata tað, sum man vil. Eg velji ikki at taka hetta fyri meiri, enn tað er, og latið okkum nú fyrst síggja, hvuss leikur fer.