Anghel og Torgarð halda fram

Heimasíðan hjá verandi føroyameistarunum skrivar, at rumenin, ið kom til Føroya í 2001, hevur longt samstarvið við felagið til kappingarenda í 2012.

Málverjin René Torgarð, sum hevur verið darvaður av skaða seinastu mánaðirnar, heldur eisini fram í Sundalagnum. Hann hevur longt sína avtalu við einum ári.