Felagið Ango í Vági keypti herfyri trolaran Junior úr Hirtshals. Junior er fyrrverandi Nýborg, sum í 2017 kom til Vágs og var heimahoyrandi har eina tíð.
Skipið eitur nú Ango og í dag var stór móttøka, tá Ango flaggskrýddur kom á Vág. Sera nógv fólk leitaði sær á bryggjuna og umborð at síggja skipið. Móttøkan var skipað eftir koronatilmælum, og heitt varð á tey sum vitjaðu umborð um at vísa varsemi, brúka munnbind og spritta seg, fyri at verja seg og manning.
- Skipið kemur at eita Ango og vit vóna at kunna landa mest gjørligt í Suðuroy. Eg og John Mikkjal, bróður, koma at føra Ango og 10 mans verða við, segði Heri Godtfred millum annað herfyri við Føroysku sjómansmissiónina.
##med2##
##med3##