Í dag geva Ranchus nýggja sjónbandalagið ”Eat Silk” út. Talan er helst um føroya fyrsta animeraða videolag. Tað er trummuspælarin í bólkinum, Jónsvein Mikkelsen, sum í fleiri mánaðir, sjálvur hevur tekna tað.
Lagið verður eisini útgivið á violettari vinyl singulplátu, ið frá í dag av, fæst til keyps í Tutl handlinum á Kata Horninum í Havn.
Hetta er fyrsta staklagið hjá bólkinum, síðani fløguútgávan ”Feeling Like A Caged Lion Pacing Behind One Way Glass” kom út í 2015.
Ranchus eru:
Sigmund, Sjúrður Samuelsen, Ólavur á Skipagøtu og Jónsvein Mikkelsen
YOUTUBE: https://www.youtube.com/watch?v=Mbae8VCJixM&t=1s
SPOTIFY: https://open.spotify.com/album/4BqDlNV0s8kWodakKD6TVu