Anker og Eyðun í nýggjum gallaríi

Fríggjadagin 11. mai letur “LISTAGLUGGIN – ART GALLERIE “ upp í Niels Finsensgøta 25 í Havn. Fyrstu framsýnararnir eru listamenninir Eyðun av Reyni og Anker Mortensen, ið sýna fram málningar

Listagluggin – Art Gallerie fer at leggja seg eftir at sýna fram nútíðarlist umboðað av fremstu føroysku listafólkunum. Eisini fer Listagluggin at sýna fram verk av øðrum listafólkum, umframt at hølini eisini fara at verða karmur um onnur kreativ tiltøk, t.d. sýning av nýggjari føroyskari sniðgeving, sum hevur íblástur úr fremstu mótametropolum úti í heimi.

 

LISTAGLUGGIN húsast í Niels Finsensgøtu 25, Tórshavn (beint yvirav Thomas Dam). Inngongd er frá vegnum, og hølini eru á fyrstu hædd.

 

Tað eru Mortan C. Carlsen, Elisa C. Heinesen og Katrin Rubek Nielsen, sum eiga og reka nýggja gallaríið.

 

Fyrsta framsýningin letur upp verður fríggjadagin 11. maj kl. 16, tá ferniseringin verður. Tað eru Eyðun av Reyni og Anker Mortensen, ið sýna fram málningar. Hetta eru verk, sum í høvuðsheitum eru gjørd í 2006 og 2007.

 

 

LISTAGLUGGIN fer eisini at bjóða fyritøkum, almennum stovnum og privatfólki at taka sær av størri listarligum prýðingum, herundir at fáa til vega hóskandi listaverk, uppheinging, ljósseting o.s fr.

 

Eisini verður møguligt at leiga hølini til serlig tiltøk so sum móttøkur, hátíðarhald og tíðindaframløgur. Til hesi tiltøk ber til at fáa matstovu at veita mat og drekka um ynski er um tað.

 

LISTAGLUGGIN ætlar at hava 6 meginframsýningar um ári, við einum ella fleiri listafólkum. Millum hesar framsýningar fer LISTAGLUGGIN eisini at sýna fram blandaðar framsýningar við fleiri listafólkum. Eisini fer LISTAGLUGGIN at keypa list, formidla keyp og sølu av list og gera virðismetingar av listaverkum.