Anna Eriksdóttir sýnir fram í Smiðjuni

Fríggjadagin 31. mai 2024 letur Anna Eiriksdóttir upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Anna er ættað av Tvøroyri, men býr í Havn. Hon starvast dagliga í Føroya Rætti og byrjaði at mála fyri 20 árum síðani, men hevur havt onkrar steðgir ávegis. Seinastu árini hevur Anna verið íðin at mála, og tað sæst aftur í tí, sum er komið burturúr. 

Anna Eiriksdóttir hevur nakrar ferðir áður havt framsýningar saman við øðrum. Tað eru tó nøkur ár síðani seinast. Nú hevur hon so tikið stigið til sjálv at hava sína egnu listaframsyning.

Hon hevur roynt ymiskar málningateknikkir, men tað mesta, sum hon málar nú, er acryl á lørift og pappír. Myndaevnini eru ikki sørt abstrakt úr føroysku náttúruni. Onnu dámar væl bláar litir, og tað speglast aftur í nógvum av málningunum. Nøkur tema eru fuglar og serliga fuglar á flogi. Eisini er havið eitt tema, tí havið er fantastiskt og gevandi, sum Anna málber seg. Alt hetta endurspeglar seg í málningunum, sum kunnu lýsast sum friðsælar og bleytar.  

Málningarnir, sum Anna nú sýnir fram í Smiðjuni, eru allir nýggir málningar, sum ikki eru sýndir fram áður. Fernisering verður fríggjadagin 31. mai kl. 15.00. Framsýningin er opin til og við týsdagin 4. juni frá kl. 12 – 19.

##med2##