Tá Margretha drotning vitjaði í Føroyum, var Anna Nygaard, nú kend sum Anna Faroe, ein partur av undirhaldinum við ein døgurða. Og so væl sang Anna, at Margretha feldi tár. - Við døgurðan skuldi eg syngja eitt lag av míni fløgu. Eg sang so eisini um at sakna Føroyar.Borgarstjórin hevur síðani sagt mær, at hetta helt Margretha vera so rørandi, at hon hevði tár í eygunum,sigur Anna - sambært BT - við Billed Bladet.
Anna hevur, sum hin einasta av X-Factor luttakarunum í ár, givið út føgu.