-Eg gleði meg mest av øllum at síggja øll míni vinfólk frá X-Factor aftur, og njóta finaluna uttan sjálv at skula á pallin, sigur Anna Nygaard, sum í kvøld fer til finaluna í Parkini. Tað er í kvøld, at stóra X-Factor finalan er í Parkini. Ein teirra, sum er boðin við til finaluna, er Anna Nygaard, og hennara vinfólk úr X-Factor 2010.
-Tað verður stuttligt at njóta showið, sum allarhelst verður fantastiskt, sigur Anna.
Aftrat finalistunum verða eisini framførsla frá millum øðrum Aqua og Take That.
-Eg vóni, at eg sleppi at møta Robbie Williams. Annars gleði eg meg til at síggja Take That framføra, sigur Anna.
Anna veit hvussu nógv stendur á finalistunum nú fáir tímar eru til finaluna, har yvir 40.000 fólk verða í Parkini, umframt 2 mió. hyggjarar heima í stovunum fylgja við hvørjari løtu hjá ungu finalistunum.
-Eg veit hvussu nervapirrandi tað var í fjør. Eg var ikki við í finaluni, men eg minnist hvussu nógv stóð á øllum tímarnir áðrenn finaluna, sigur Anna.
Tað er í kvøld kl. 19.00, at X-Factor verður víst á DR1.