Anna hevur fyrireikað seg í tvey ár

Í kvøld verður føroyska songkvinnan Anna Nygaard við í X Factor kappingini í Danmark. Hon sigur, at hon seinastu árini hevur fyrireikað seg til luttøkuna í kappingini. - Eg havi sæð undanfarnu kappingar og haldi, at tað er ein spennandi verð. Eg eri forvitin eftir at vita, hvussu langt eg kann koma í kappingini, sigur Anna Nygaard við heimasíðuna hjá DR.

 

- Eg havi eisini fyrireikað røddina hjá mær til X Factor í nøkur ár. Og nú kenni eg meg til reiðar ? bæði tónleikaliga og persónliga, sigur hon.

 

Í kvøld klokkan 19.00 sendir DR1 upptøkuroyndina, har Anna Nygaard er við. Anna syngur sangin At Last hjá Etta James, og forumtalan hevur víst, at Anna stendur seg heilt væl.