Anna á Steinum gjørdist bert 21 ár

Ofta verður sagt, at á einum kirkjugarði finnast fólk í øllum aldrum. Men hetta er sjálvsagt enn meira galdandi fyri ein gamlan kirkjugarð, har tey ungu ofta hava yvirvág

Í 1924 doyr tann bert 21 ára gamla Anna Poulsen av Velbastað, og hon verður jarðað í gamla kirkju­garði. So syrgiligar vóru tíðirnar tá, at hon var jarðað millum fleiri av sínum javnaldrum.
Tað eru 41 fólk jarðað í kirkjugarðinum í 1924. Aldurin settur á 28 teirra. Tølini vísa, at fýra teirra eru upp til 9 ára gomul, seks upp til 19 ára gomul, 12 upp til 29 ára gomul, 16 upp til 49 ára gomul og 23 upp til 69 ára gomul. Av hesum 28 eru bert fimm, sum er 70 ár og eldri.
Um Onnu vita vit ikki so nógv. Skúli er bygdur á Velbastað í 1905. Sjálv er hon fødd í 1902, so her hevur hon gingið í skúla. Anna er helst farin í skúla í 1909. Bette Simonsen á Teigum var hennara fyrsti lærari. Í 1910-12 var Julianna Petersen av Hús­um, lærari, 1913-15 var tað tann kendi sjálvstýris­poli­tikk­arin Louis Zacharias­sen, og frá 1915 til 1918 var Eirikur Eliassen av Kirkju lærari.
Anna verður konfirmer­að í Havn 3. oktober 1915 saman við gott 30 øðrum konfirmantum. Ein av teimum var rithøvundurin Jørgen Frants Jacobsen. Tá var tað eitt sindur ymiskt, um genturnar vóru í svørt­um ella hvítum kjólum, men Anna var so í hvítum kjóla.
Ættin veit ikki nógv um Onnu, uttan at hon doyði av landfarssótt. Tað er tó tað løgna, at sambært amts­lækna­frágreiðing fyri 1924, gekk eingin deyðilig land­farssótt í 1924. Tað gekk tó ein influensa í tveimum umførum. Tann fyrra kom í hæddina í apríl við um 500 sjúklingum. Hetta kann væl hóska við, at Anna er deyð seinast í apríl. Influensan gekk bert í Norðoyggjum og Suðuroy.
Tey í ættini vita, at Anna fór til Suðuroyar at ferðast saman við eini vinkonu. Tá er tað, at influensan gongur har. Tær báðar koma norð­ur aftur, og fara í karan­tenu, sum ofta varð gjørt, tá slíkt gekk. Anna verður sjúk og doyr, meðan vin­konan ikki er smittað.
Borghild, systir hennara, fortaldi, at hon minnist systir sína fara niðan Bøllu­brekku á veg til Havnar av Velbastað at fara í kara­tenu, og hon sá hana ikki aftur.
Eingin mátti heldur koma til hana orsakað av ræðsluna fyri smittu. Hon hevur tískil verið frísk fyrstu dagarnar, er so blivin sjúk og er so deyð.
Anna er so jarðað í Havn, kanska eisini í ræðslu fyri smittuvanda. Annars vórðu fólk á Vel­bastað jarðað í Kirkjubø.
Her kann skoytast uppí, at tað vóru ikki færri enn 40, sum doyðu av tuberkl­um hetta árið. Afturat hes­um komu allar skips­van­lukkurnar hetta árið. Hetta hevur verið ein syrgilig tíð.

Ættað av Steinum
Anna var ættað av Stein­um. Pápi hennara var Dánjal Poulsen (1866-1938), ættaður úr Sakra­stovu í Hesti. Hann tók við garðinum, tí eingin var at taka við festinum í ættini, sum var á garðinum.
Dánjal var beiggi Hans í Sakrastovu, sum saman við soninum Johannes Paula gekk burtur við fyrra báti­num tann stóra skaðadagin í Hest í 1919, sum Ingi­bjørg Hansen úr Hesti fyri kortum greiddi frá í Miðvikuni.
Beiggi Dánjal, Poul í Sakrastovu, fekk eisini ein dramatiskan deyða. Hetta var tann 2. juni 1894, tá hann sjálvur fimti fóru út um oynna at fleyga lunda. Hesum greiðir Jóan Krist­ian Poulsen frá í Hestsøgu.
Fýra fóru uppá land, og ein var eftir í bátinum. Uppgongdin var sera ring, og har tað var ringast, máttu teir høgga sær spor. Poul var av allarraskastu bjargamonnum og sigur við hinar: “Tað skulu tit minnast til, at hetta eru tey ringastu spor, ið eg havi stigið.” Tá ið teir eru komn­ir upp á skrædnar bergið, og tað fer at leypa. Poul og ein annar fara til sjós.
Dagin eftir fara teir at leita eftir líkunum vitandi, at vandi kundu vera fyri nýggjum lopum. Tað eydn­aðist at bjarga líkini, men beint eftir leyp aftur.
Mamma Onnu var Sus­anna Katrina f.Dalsgaard (1868-1967) úr Skálavík. Anna átti 10 systkin, og tey vóru:
Poul Dion (1895-1971), sum tók við festinum. Hann var giftur við Mariu Müller (1898-1944) úr Kvívík. Tey fingu tvey børn.
Hans Olavus (1897-1983). Giftist við Katrinu Malenu Dalsgaard (1898-1967) úr Gerðinum í Skála­vík. Hann var timburmað­ur, og tey vóru búsitandi í Havn. Tey fingu trý børn.
Jóannes (1898-1967). Var ógiftur og búði á Velbastað. Jóannes var skiparalærdur og førdi Hero í 1927. Annars sigldi hann sum bestimaður og maður, til hann vegna sjúku legðist uppi. Jóannes las nógv, var vitugur og sera skemtingarsamur. Sagt var, at hann var millum tey, ið læntu flest bøkur av landsbókasavninum.
Vilmund (1900-93). Giftist við Hannu Jacobsen (Tórgarð) (1902-1999) úr Havn. Vilmund arbeiddi við at stoypa hús, inntil hann varð grótlagari burtur­av. Tey fingu tvær døtur.
Astrid (1904-1991). Hon var smyrjibreyðs­jomfrú, arbeiddi eina tíð í Danmark og seinnu árini á Hafnia í Havn. Ógift.
Gunnhild (1905-99). Gift við Johannes Dals­gaard (1893-1991), bónda í Dalsgarði í Skálavík. Tey vóru barnleys.
Niels Pauli (1908-1985) fekk sær eftirnavnið av Steinum. Hann var bóndi á Heyggi í Kollafirði og gift­ist við Jensiu Clementsen (1912-82) av Sandi. Tey fingu seks børn.
Helfred (1909-2002). Giftist í 1933 við Jógvan Heinesen (1900-89) á Viða­reiði. Tey fingu fýra børn.
Thorvald (1912-99). Thorvald var búsitandi í Havn, har hann hevði urta­garðsbrúk. Við testamenti stovnaði hann Grunn Thor­vald Poulsens av Steinum ungum listafólki at frama. Her verður býtt út á hvørjum ári.
Borghild (1914-99). Gift við Olrik Christiansen (1913-94) frá Gjógv. Tey vóru barnleys, men ætt­leiddu eina gentu.
Ein týðandi kelda til hesa grein er bókin Fólk og hús á Velbastað, skrivað av Leon Andreassen. Hann doyði bert 56 ára gamal í 2001. Leon var eitt skila­fólk og ein fróðarmaður. Tað var spell, at hann ikki fekk gjørt meira við hesa søgu.

---

Komandi partur
Komandi hósdag verður greitt frá Fridu Samuel­sen, sum bert gjørdist 13 ára gomul. Omma hennara Inga í Króki var millum fyrstu før­oysku konufólkini “til lands” í Íslandi. Tann ókendi maðurin á mynd­ini í seinasta parti var Hans Jacob Simon­sen, sonur Onnu Katrinu og Johannes Simonsen