Annað skip til hestleiðina

Tá ið koyrandi verður gjøgnum Sandoyartunnilin, verður Teistin sum vera man tikin úr sigling. Hestleiðin skal sjálvandi røkjast, men tað verður ikki við Teistanum.

Tosað var um at gera ein strong úr Sandoyartunlinum upp í Hestoynna, men tað varð kortini ikki til nakað. Kostnaðurin fyri tað var ov høgur, søgdu tey, ið høvdu valdið. 

Tí má hestleiðin framvegis røkjast við skipi. Men tað verður ikki við Teistanum, tá siglingin um Skopunarfjørð steðgar. 

– Teistin er serbygdur til sandoyarleiðina. Hann er alt ov stórur og dýrur í rakstri at sigla bara út í Hest, sigur strandferðslustjórin í samrøðu við Sosialin, sum hevur tema um Sandoyartunnilin í vikuskiftisblaðnum.

– Men vit skulu sjálvandi hava skip at sigla út í Hestoynna, sigur strandferðslustjórin.

– Og tað verður av Gomlurætt. Vit halda, at skipasløg sum Erla Kongsdóttir eru tað rætta til hasa leiðina. Tí fara vit, helst nú til várs, undir at brúka Erlu Kongsdóttir á hasi leiðini. 

– Tað fer at krevja samstarv við Tórshavnar kommunu, sum helst má gera onkrar tillagingar á bryggjuni í Hesti, so Erla Kongsdóttir kann leggja at í Hesti. 

Erla Kongsdóttir kann taka miðalstórar bilar, til eitt nú oljuflutning, rusk og bussar. 

– Vit eru rættiliga sannførd um, at Erla Kongsdóttir er sera væl egnað til hestleiðina. Hon siglir skjótt, góð at manerera við, og hon klárar stórt sæð alt tað, sum hini skipini klára, eisini í ringum veðri, sigur Hilmar Eliasen. 

– Og ikki minst, um tað verður sum eg havi skilt á lagnum, at stórar ætlanir eru úti í Koltri. Havi skilt á Søvnum Landsins, at har kann roknast við flutningi av túsundtals fólki, sum fara at ferðast út í Koltur um summarið. 

– Tá er tað perfekt við einum slíkum skipi, sum kann sigla skjótt, sigur strandferðslustjórin. 

So skal eisini eitthvørt tillagast við lendingini, so Erla Kongsdóttir fær lag at bryggjuni har.

– Koltur er ikki definerað sum ein oyggj ella bygd, sum er fevnd av flutningsskylduni hjá Strandferðsluni. Men fyri okkum er tað púra nátúrligt, um vit skulu hava skip á hasi leiðini, at tað eisini røkir koltursleiðina, tá tað er neyðugt.

Lesið meira um viðurskiftini kring Sandoyartunnlin í tema í Sosialinum hetta vikuskiftið.

Blaðið fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu lesa tað á sos.fo.