Forsetin í Brasil, Luiz Inacio Lula da Silva, kann vera væl nøgdur við tað, sum hann hevur avrikað tey bæði fyrstu árini í embætinum.
Hagtølini vísa, at Brasil hevði 220 milliardir krónur í avlopi á handilsjavnanum í fjør, og tað er met. Inflasjónin er komin niður á sjey prosent, og samanumtikið er búskapurin vaksin fimm prosent tað seinasta árið. Hetta samsvarar nøkunlunda við tey mál, sum forsetin setti sær, tá hann varð valdur, men tað vóru bara tey fægstu, sum væntaðu, at hann fór at røkka teimum.
Kortini hevur Lula verið fyri hvøssum atfinningum, tí hann hevur gjørt ov lítið fyri at bøta um tey sosialu viðurskiftini. Tað lovaði hann eisini í valstríðnum, og nú sigur hann, at tey bæði næstu árini verða tey sosialu málini ovast á dagsskránni. Eitt nú ætlar hann at hækka minstulønina, tey fátæku skulu fáa størri stuðul, og teir fátæku bøndurnir skulu fáa meiri jørð at dyrka, sigur forsetin.