Annarhvør konfirmantur trýr uppá Gud

Fólkakirkjan: 57 % av donsku konfirmantunum trúgva á Gud, vísir ein fesk kanning millum teir 45.000 ungdómarnar sum skulu fermast í ár.

Konfirmatiónin skal játta barnadópin og hervið eisini trúnna á Gud, men kortini trúgva 43 % av næmingunum í 7. flokki ikki á Gud, avdúkar kanningin hjá Center for Ungdomsstudier og Religionspædagogik. Tey flestu siga seg verða fermd vegna festina og gávurnar, ella tí at tað er ein siður. Í miðal fær ein konfirmantur millum 8.000 og 40.000 krónur í gávum.