Anne Linnet kom í heimin 30/7 í 1953 í Århus. Pápin var yvirskurðlækni Peder Linnet-Jepsen (1921-79) og mamman tann-lækni Elisabeth Kloppenborg-Skumsager (1923-).
Í 1974 giftist Anne Linnet tónleikaranum Holger Laumann (16/12-42), sum flestu føroyingar kenna frá mongu ferðum hansara í Føroyum og luttøku á mongum føroyskum útgávum. Hjúnabandið fekk ein enda í 1985.
Anne Linnet og hennara virksemi hevur mangar síður; Sum tónasmiður, sangari og yrkjari var hon ein drívmegin í menningini av kvinnutónleiki á rútmiska pallinum í Danmark í sjeytiárunum. Hon var fyrsta kvinna, sum kom í gjøgnum lestur við kompostitión sum høvuðsfaki á donskum konservatorium. Hon stovnaði plátufelagið PladeCompagniet, sum hon rak til 1984, tá Sony keyti felagið.
Trygg kor
Við tryggum barnaárum og fríum korum, gjørdist hon skjótt sjálvstøðug og sum 16 ára gomul var hon javnan á palli við egnum tilfari í folkatónleikastíli. Frá 1971 sang hon við Radioens Bigband í tiltøkum og útsetingum hjá Holger Laumann, sum hon seinni giftist við.
Umframt at spæla tónleik, gekk Anne Linnet á studentaskúla og gjørdist studentur í 1972. Fyrst í sjeytiárunum var hon við í Tears, ið gav 3 plátur út. Anne var sangari, pianistur og guitarleikari. Men tað var sum limur í bólkinum Shit og Chanel, sum rættiliga setti varðar eftir seg, at hon veruliga fekk gjørt vart við seg. Bólkurin hevði heimstað í Århus og Anne Linnet byrjaði bólkin í 1974 saman við Lis Sørensen, Astrid Elbæk, Ulla T. Eriksen og Lone Poulsen.
Saman við yngra bólkinum Hos Anna, stóð Shit og Chanel í fresmtu røð, tá kvinnurnar komu á danska rútmiska pallin.
Solo
Longu í felagsmerktu árunum við Shit og Chanel, kom Anne Linnet sjálv fram við fleiri útgávum. M.a. Kvindesind, 1977. Tulking av yrkingum eftur Tove Ditlevsen frá 1955. Aftur gjørdi hon tónleik til Tove Ditlevsen yrkingar í 1986, Barndommens gade. Nógvar plátur komu millum hesar, m.a. Go? søndag morn?, 1980.
Síðsta plátan við Shit og Chanel kom í 1982, savnsfløga. Um somu tíð hevði Anne Linnet og hennara kvinnubólkur givið útgávu út, Anne Linnet Band. Við sínum 65.000 seldu eintøkum, líka nógvum sum allar tær 5 Shit og Chanel pláturnar tilsamans, prógvaði Anne Linnet, at hon hevði fast undir fótum innan danskan tónleik.
Millum kendu og týðandi tónleikararnar, ið Anne hevur samstavað við, er Sanne Salomonsen, ið var við í Anne Linnet Band, eins og Lis Sørensen. Saman og hvør sær hava tær verið við til eittnú at gera fleiri sangleikir.
Kynslív
Anne Linnet hevur havt part av sínum lívið alment frammi, so sum kendir persónar oftast eru noyddir til. Dans Kvindebiografisk Leksikon sigur soleiðis:
Som pioner inden for kvindemusikken har det for AL været en nødvendighed at lade sit privat- og seksualliv være en integreret del af sangproduktionen. Hun har slået sin biseksualitet fast, og hendes optagethed i begyndelsen af 1980?erne af sadomasochisme resulterede i temaet for hendes næste gruppe Marquis de Sade, der trådte frem med sit første album i 1983. Pladen vakte furore og demonstrativ modstand, bl.a. i kvindepolitiske miljøer, men AL blev dog også karakteriseret som den, der markerede ?en subjektiv realisme, der er forfriskende åbenhjertig?. Musikken er her mere funky og hårdtslående end ALs tidligere ofte balladedominerede musik, og noget af inspirationen til den kom efter besøg i rock- og discomiljøer i New York og Berlin. På gruppens to næste udgivelser Hvid magi, 1985, og En elsker, 1986, var den rå atmosfære veget for lysere kærlighedssange. De følgende soloplader Jeg er jo lige her, 1988, og Min sang, 1989, sidstnævnte komponeret til tekster af præsten og forfatteren Johannes Møllehave, opnåede helt forrygende salgstal. Her fik publikum den AL, det elskede: enkel, direkte, inderlig og usenti-mental. Teksttalentet har også givet sig udslag i to velskrevne bøger, digtsamlingen Glimt, 1983, og erindringerne Hvor kommer drømmene fra, 1999. I 1997 så endnu et nyt AL-band dagens lys, Bitch Boys.
Spennir víða
Anne Linnet fekk á konsevatoriinum bæði námsfrøðiligt tónlistaprógv og komponistútbúgving. Lesturin fór fram frá 1973 til 1985, samstundis, sum hon við fullari ferð passaði sína yrkisleið sum væl dámd sangkvinna.Lestrartíðin hevði tó nøkur klassisk verk við sær, t.d. strúkikvartettin Quatuor brutale, innspæld í 1985, og Spring Caprius, 1989, ognað symfoniorkestrinum í Århus. Hon hevur verið umboðað á høgt metta festivalinum fyri nýggjari tónleik, Nomus, bæði innan klassikan og popptónleik.
Anne Linnet spennir víða í tónleikavirkseminum. Men innan lættara og væl dámda tónleikin verður hon mett sum ein endurnýggjari, og hon hevur sett sær varðar.
Anne Linnet hevur fingið fleiri heiðurslønir og viðrislønir fyri sítt virki inna so mangar tónleistagreinar. Og hon megnar at halda seg á toppinum framvegis og danir hava millum annað hesa rámandi lýsing av Anne Linnet: ?Hun har været med til at præge den danske rock- og populærmusiks udvikling med en aldrig svigtende fornemmelse for de internationale strømninger, og hun har hele tiden evnet at forny sit klangunivers, hvilket afspejler sig i hendes valg af fremtrædende danske og udenlandske musikere og producere. Hendes uortodokse, lidt kantede kompositoriske stil bærer et umiskendeligt AL-præg, og essentielt i hendes succes er evnen til at artikulere en tekst musikalsk i en sådan frasering, at dens budskab trænger rent ind og huskes?.