Hetta ger Eyðfinnur Jacobsen, sum sjálvur er advokatur, í klummu, sum hann hevði í seinasta Vikuskiftis Sosiali.
- Stutt eftir at ein av mínum starvsfeløgum varð tilnevndur sum kanningarstjóri, setti ein limur í formansskapi løgtingsins spurnartekin við hansara gegni sum kanningarstjóri. Honum á baki setti forkvinnan í landsstýrismálanevndini sama spurning. Fjølmiðlarnir tóku eisini av álvara og ótroyttiliga henda partin av málinum upp. Tá kom rættilig øði í grindina og málið endaði fyribils seinasta fríggjadag við, at løgtingsformaðurin loysti kanningarstjóran úr starvinum.
- Ófatiligt og pínligt fyri meg og helst eisini fyri meginpartin av mínum advokatstarvsfeløgum er tó, at frákoyrdi kanningarstjórin enn tvíheldur um sítt gegni, skrivar Eyðfinnur Jacobsen.
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at hann stendur við tað, sum hann hevur skrivað, men at hann ikki ynskir at gera aðrar viðmerkingar til ítøkiliga málið um gegnið hjá Annfinni V. Hansen.