Jan Müller
Um sama mundið vitjar landsstýrismaðurin í oljumálum eisini í Noregi. Hann skal m.a. hitta norska og bretska starvsbróðurin . Bæði Anfinn Kallsberg og Eyðun Eltør skulu vitja á oljupallum í Norðsjónum og á oljuframsýning í Stavanger.
Sunnudagin fara Anfinn Kallsberg, løgmaður og Eyðun Eltør, landsstýrismaður á almenna vitjan í Noregi. Hóast teir báðir fara úr Føroyum um sama mundið, so hava teir ymisk ørindi og skulu vitja á ymiskum plássum. Tó enda báðir tveir á stóru altjóða oljuframsýningini í Stavanger.
Løgmaður til Oslo
Tað er norski forsætisráðharrin, sum hevur boðið Anfinni Kallsberg at vitja, meðan starvsbróðurin, norski orku- og oljumálaráðharrin, Marit Arnstad, hevur boðið Eyðun Elttør á vitjan. Innbjóðingin, sum longu varð ætlað undanfarna løgmanni, Edmundi Joensen, sum tá eisini umsat oljumálini, verður so ikki nakað fyrr enn nú.
Tað kann ikki sigast annað enn, at talan er um veruliga statsmannavitjan, hyggja vit at skránni yvir vitjan løgmans í norska høvuðsstaðnum mánadagin. Einki er at ivast í, at hetta er tann størsti heiðurin, sum nakrantíð er vístur einum løgmanni. Og tað sigur heldur ikki so lítið um ynskið hjá norðmonnum at knýta tættari bond við londini í útnorði, eitt nú Føroyar.
Løgmaður fær nógv at síggja til í Oslo mánadagin. Ikki meira enn hevur norska stjórnin endað fundir sínar við Arafat og aðrar leiðarar í Miðeystri, so kemur Anfinn Kallsberg á vitjan. Á middegi mánadagin skal løgmaður í audiens hjá kongi. Hetta er helst fyrstu ferð nakrantíð, at ein føroyskur løgmaður er gestur hjá norska konganum.
Seinnapartin gongur tað so slag í slag. Fyrst gongur leiðin til umboðsíbúðina hjá Kjell Magne Bondevig, forsætisráðharra. Eftir tað verður stuttur fundur við pressuna. Haðani gongur leiðin til olju- og orkumálaráðið, har løgmaður hittir olju- og orkumálaráðharran Marit Arnstad. Eftir tað skal hann hitta Peter Angelsen, fiskimálaráðharra. Síðani stendur uttanríkisráðharrin Knut Vollebæk fyri túri, og um kvøldið hittir løgmaður fimta ráðharran, nevniliga kommunu- og regionalráðharran Ragnhild Haarstad, sum eisini er vertur við ein døgurða.
Út á oljupall
Eftir henda fyrsta og mest týðandi dagin á vitjan løgmans snýr restin av ferðini seg mest um olju. Týsdagin skal løgmaður vitja umborð á ?flaggskipinum? hjá oljufelagnum Saga Petroleum, Snorre oljupallurin, sum liggur nakað uttan fyri Bergen. Hetta man helst verða fyrstu ferð nakrantíð, at ein føroyskur løgmaður vitjar umborð á einum oljupalli til havs. Nú eru oljumál løgd til eitt nýtt málsøki, men av tí at uttanríkismálini eru málsøkið hjá løgmanni, og hesi eisini fevna um nýggju samvinnumøguleikar Føroya við útheimin, eitt nú oljuvinnuna, sær løgmaður tað sum sína uppgávu eisini at kunna seg og fylgja væl við á hesum øki. Eitt øki, sum í framtíðini kann fáa stóran týdning fyri Føroyar.
Týskvøldið verður skipað fyri útferð á Lysefjørðinum, har tey trý norsku oljufeløgini, Statoil, Norsk Hydro og Saga eru vertir við ein døgurða.
Mikudagin verður løgmaður á oljumessuni í Stavanger. Hon verður sett dagin fyri. Ætlanin er at skipa fyri eini rundferð á messuni fyri bæði løgmanni og Eyðun Elttør, landsstýrismanni í oljumálum. Eftir tað skal hann vitja í oljudirektoratinum, har fyrrverandi fíggjarmálaráðharri og nú oljustjóri Gunnar Berge er vertur.
Um kvøldið verður løgmaður hjástaddur á høvuðsstøðini hjá Statoil, har skipað verður fyri tað norðmenn kalla ?hageselskab?. Her er Rolf Magne Larsen, stjóri í Statoil vertur.
Løgmaður fer aftur til Føroya hósdagin. Saman við løgmanni á ferðini eru Marjun Hanussardóttir, løgmansstjóri og Herluf Sigvaldsson, leiðari á uttanríkisdeildini í Tinganesi. Eisini er Mogens Holm Petersen, ráðgevi í føroyskum málum í danska uttanríkisráðnum við í ferðalagnum.
Elttør eisini í ?eldin?
Um somu tíð sum løgmaður fer til Oslo fer Eyðun Elttør, landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum til Bergen. Higani gongur leiðin út á ein boripallin Veslefrigg, sum arbeiðir fyri Statoil. Tvs. at meðan løgmaður skal vitja ein framleiðslupall, so skal Elttør vitja ein pall, sum leitar eftir olju.
Eyðun Elttør verður so eisini við til setanina av oljumessuni ONS 98, sum verður týsdagin. Umframt hann verða eisini fleiri aðrir olju- og orkumálaráðharrar við á oljuframsýningini, eitt nú tann norski, bretski, danski og tann russiski. Áhugavert er eisini at bíta merki í, at amerikanski varaforsetin Al Gore verður við á ráðstevnuni, sum er knýtt at messuni.
Týsdagin er avtalaður fundur millum føroyska og bretska orkumálaráðharran. Hesin eitur John Battle. Teir fara helst at umrøða felags áhugamál, og helst verður eisini marknatrætan við England umrødd.
Eyðun Elttør kemur helst eisini at hitta norska starvsbróðurin Marit Arnstad. Annars er ætlanin at landsstýrismaðurin skal luttaka á ráðstevnuni og annars á føryska bátinum á framsýningini. Saman við Eyðun Elttør eru eisini Herólvur Joensen, leiðari á Oljufyrisitingini, Martin Heinesen, leiðari av jarðfrøðissavninum og Alex Buvik, ráðgevi í umhvørvismálum á OFS.
Eyðun Elttør fer annars at fáa úr at gera mikudagin og hósdagin. Mikudagin skal hann m.a. vitja Saga og fáa innlit í trygdar- og tilbúgvingarskipanini hjá felagnum.
Umleið 20 føroyskir luttakarar eru á básinum á ONS. Flogfarið hjá Atlantic ger leigutúr til messuna, og eru nærum 80 føroyingar við.
Stóra altjóða oljuframsýningin og ráðsevnan ONS er annaðhvørt ár. Hundraðtals fyritøkur í oljuvinnuni kring allan heim luttaka við øllum hugsandi vørum og tænastu, sum eru í hesi vinnu. Evnið á ráðstevuni hesaferð er m.a. umhvørvi.
Føroysku luttakararnir á oljumessuni í Stavanger koma heimaftur fríggjakvøldið.