Anni á Hædd skal bøta fyri Tórshavnar havn

Tað fær nú starvsrættarliga avleiðingar, at Innlendismálaráðið góðkendi byggiloyvi til Tórshavnar havn – uttan at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna á økinum, fekk málið til endaliga góðkenning.

 

Tað hevur skapt mikið politiskt rumbul, at Sirið Stenberg nú – seks vikur aftan á at Tórshavnar Havn fekk sína góðkenning – hevur sagt, at loyvið varð givið úr innlendismálaráðnum uttan endaligu góðkenningina frá landsstýriskvinnuni.

 

Útvarpið visti í gjárkvøldið at siga, at Anni á Hædd, deildarileiðari í Heilsu- og innlendismálaráðnumhevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn.

 

Tað er hon, sum í ráðnum hevur ábyrgdina av, at ein fulltrúi undirskrivaði loyvið – uttan at siga landsstýriskvinnuni tað, hóast hon hevði givið boð um tað.