Síðan seinasta mikudag hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna virkað sum løgmaður, og hon verður løgmaður, til Kaj Leo Johannesen kemur aftur úr útlondum.
Annika Olsen hevur roynt tað eina ferð áður at vera løgmaður. Tað var tá ið Kaj Leo Johannesen var til hátíðarhaldið hjá Margretu Drotning.
Ta ferðina var tað bara nakrar dagar. Hetta skeiðið er nógv longri.
- Tað er bara stuttligt at royna. Mánadagin sat eg við borðendan og setti landsstýrisfundin, og eg havi sum varaløgmaður svarað onkrum fyrispurningi í løgtinginum, sigur Annika Olsen.
Kaj Leo Johannesen er so leingi burtur, tí fyrst var hann í Íslandi og samráddist um Hoyvíkssáttmálan, og síðan hevur hann vitjað sendistovur.
Nú tekur hann sær nakrar frídagar, til hann kemur heim aftur.