Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur undir veðurlagsráðstevnuni í Pólandi havt fund við Connie Hedegaard, danska veðurlags- og orkumálaráðharran, um samstarvsmøguleikar millum Danmark og Føroyar á veðurlagsøkinum.
Annika Olsen vísti á, at tað er umráðandi, at Danmark, sum formligur samráðingarleiðari vegna alt ríkið, inndregur Føroyar í tilgongdina til nýggju veðurlagsavtaluna, sum skal samtykkjast í Keypmannahavn komandi ár.
Landsstýriskvinnan segði eisini, at tað er ein fortreyt fyri at kunna viðgera veðurlagsmálið í Føroyum, at vit á myndugleikastigi og politiskum stigi fáa tær upplýsingar, sum eru fyritreyt fyri at taka tilvitaðar avgerðir í Føroyum. Connie Hedegaard segði seg skilja støðu føroyinga, og at hon vildi gera sítt til at lata dyrnar upp fyri tættari samstarvi í veðurlagsmálum.
Annika Olsen hevur eisini havt fund við grønlendska starvsbróður sín, Kim Kielsen. Tosa varð m.a. um nógvu spurningarnar á veðurlagsøkinum, sum kunnu loysast í felag. Tey bæði samdust um, at enn meira ferð skal setast á samstarvið landanna millum, nú minni enn eitt ár er eftir til nýggj avtala skal samtykkjast á veðurlagsfundinum í Keypmannahavn.