Annika og Nykøbing vunnu á Holstebro á útivølli

Annika bjargaði triðu hvørjari málroynd tá hon var á vøllinum

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen slapp uppí part tá lið hennara, Nykøbing vann 32-23 á Holstebro á útivølli í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Sambært hagtølunum hevði Annika eitt bjargingarprosent uppá 33,3 prosent, hon bjargaði fimm av 15 málroyndum hjá Holstebro tá hon var á vøllinum.

 

Nykøbing er nummar fimm í deildini við 27 stigum, og tær vera millum átta tey fremstu liðini sum vinna seg í endaspælið.

 

Komandi fríggjakvøld tekur Nykøbing móti Silkeborg-Voel á heimavølli.