Hendingin, ið elvdi til skaðan, var longu í fyrsta minutti. Annika Thomsen og ein spælari hjá StÍF fóru um koll og onkursvegna kom hondin hjá Anniku at liggja undir. Beinanvegin var greitt, at hon ikki fekk spælt víðari, og nú er spurningurin bara, hvussu álvarsligan skaða, hon hevur fingið.
Sum skilst, høvdu tveir læknar hugt at hondini í gjárkvøldið, men teir vóru ymsir á máli. Annar helt, at hon var brotin og hin helt ikki, at tað var so illa vorðið. Men enn er so ikki greitt, um talan er um brot ella annan skaða.
Í øllum førum kemur tað stak illa við hjá Tjaldri, um hetta merkir, at Annika Thomsen ikki verður við í teimum fýra írestandi dystunum, nú kappingin við Stjørnuna og Neistan er harðari enn nakrantið, tí bara tvey av hesum trimum liðunum koma í FM-finaluna.
Frammanundan er liðið hjá Tjaldri skert, tí Cornelia Rimbu er nú givin og fór fyri viku síðani av landinum aftur. Hon fekk ein skaða í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini ímóti Neistanum fyrst í januar mánaði og er ongantíð ordiliga komin fyri seg aftur, hóast hon hevur roynt nakrar ferðir, eitt nú í løtum í steypafinaluni.
Dupult mansverja
Hendingin við Anniku skakaði Tjaldur ta fyrstu løtuna í dystinum í Runavík í gjárkvøldið, men ikki meira enn so, at verjan megnaði at halda tætt fyrstu 10 minuttirnar, tá StÍF einki mál fekk.
Strandakvinnur mansvardu Adinu Petrea allan dystin á tamb, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki valdi so Tjaldur at gera tað sama og taka Rebekku Justinussen burturúr. Allíkavæl blivu tær báðar toppskjúttar hjá liðum sínum, men fingu báðar fleiri mál við brotskøstum.
Allan dystin var Tjaldur eitt fitt petti frammanfyri, og sum tað leið út á seinna hálvleik bara øktist munurin. Síðstu 10 minuttirnar tók Tjaldur sær meira av løttum, og tá nærkaðist StÍF eitt sindur, men ongantíð so mikið, at tað á nakran hátt hótti heimaliðið og sigurin.