Annika skrivaði føroyska hondbóltssøgu í kvøld

Fyri fyrstu ferð hevur ein føroysk kvinna leikt við í einum dysti í einum evropeiskum bólkaspæli í hondbólti

Tað bleiv ikki til tað nógvu spælitíðina hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen, tá lið hennara, Nykøbing Falster tapti tepurt 27-28 fyri ungarska Debrechen á útivølli í EHF European League í kvøld.

 

Men tann løtan Annika fekk á vøllinum merkir, at hon er fyrsta føroyska kvinnan, ið tekur lut einum dysti í einum bólkaspæli í evropeiskum hondbólti.

 

Cecilie Greve vardi málið hjá Nykøbing Falster størsta partin av dystinum. Nykøbing Falster var á odda 11-10 í steðginum. Tá 52 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 23-23. Tríggjar minuttir seinni var Debrechen á 27-23. Nykøbing Falster fekk minkað um leiðsluna, men megnaði ikki at tryggja sær eitt stig.

 

Nykøbing Falster tekur móti Skanderborg í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi mikukvøld.

 

Komandi leygardag spælir Nykøbing Falster á heimavølli móti norska liðnum, Sola í EHF European League.