Annika stóð sera væl fyri Nykøbing Falster í kvøld

Esbjerg vann eisini aðru hálvfinaluna á Nykøbing Falster í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster taptu eisini aðru hálvfinaluna fyri Esbjerg, ið sostatt vinnur hálvuppgerðirnar 2-0.

 

Nykøbing Falster tapti á heimavølli stórt 19-31 (11-16) fyri krútsterka liðnum úr Esbjerg.

 

Annika kann tó á ongan hátt lastast fyri tapið. Annika bjargaði 17 av 43 málroyndum, og hevði sostatt eitt bjargingarprosent upp á 40 prosent, ið er eitt framúr gott avrik móti einum liði sum Esbjerg.

 

Góða avrikið hjá Anniku móti Odense í seinasti dystinum í bólkaspælinum í endaspælinum førdi til, at Annika bleiv vald á vikuliðið í bestu deildini.