Hinvegin so er hetta ein nátúrlig markering. Hetta er tann fyrsti knívurin, sum Jørgen Niclasen hevur fingið í ryggin frá samgongu- ella floksfelaga, síðani hendan samgongan varð skipað. Og tað er ikki frá hvørjum sum helst, at Jørgen Niclasen fær knívin. Tað er frá kvinnuni, sum ikki slapp at stilla upp til formansvalið ímóti Jørgeni Niclasen, tí onkur »krúlla« í fløktum floksreglum forðaði hesum.
Men Fólkaflokkurin plagar at koma styrktur burtur úr at tosa við fleiri tungum – tað ger hann uttan iva eisini hesaferð...