Annika Olsen hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
Tað halda tinglimir úr Tjóðveldinum.
Tí vilja teir nú hava landsstýrismálanevndina at kanna embætisførsluna hjá landsstýriskvinnuni í innlendismálum.
Rættiligt rok var í Løgtinginum í gjár, tá ið ein lóg um jørð var til viðgerðar.
Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri løgtingið, sum ger tað munandi lættari at býta jørð sundur í fleiri matrikulnummur.
Hetta fall Tjóðveldinum rættiliga fyri bróstið og teir skuldsettu Anniku Olsen fyri álvarsom brot á hennara skyldur.
Í hesum sambandi var hon skuldsett fyri at hava krógvað týðandi upplýsingar um málið fyri Løgtinginum.
Hetta halda tinglimir hjá Tjóðveldinum vera so groft, at tað átti bæði at ført til misálit á landsstýriskvinnuna og at landsstýrið legði frá sær.
Men í øllum førum heitti Tjóðveldi á landsstýrismálanevndina at taka málið upp og at kanna embætisførslu hennara í hesum máli.
Ráðgevarar mæltu frá
Teir upplýsingar, sum tinglimirnir hjá Tjóðveldi sipa til, er, at fakliga ráðgevingin hjá landsstýriskvinnuna hevur mælt frá, at uppskotið verður samtykt, sum støðan er nú.
Bjørt Samuelsen sigur, at Umhvørvisstovan hevur í brævi boða frá, at hon kann als ikki viðmæla so stórum og álvarsomum broytingum og stovan heitir eisini á landsstýriskvinnuna um at bíða við uppskotinum til betri stundir fáast at meta um avleiðingarnar, sum tey síggja at tað fer at føra við sær, verður uppskotið samtykt.
Men Tjóðveldið átalar, at hesir upplýsingar eru als ikki lagdir fyri Løgtingið og tí heldur flokkurin, at landsstýriskvinnan hevur tagt týðandi upplýsandi í málinum fyri Løgtinginum.
- Hevði tað verið í Fólkatinginum, at ein ráðharri ikki hevði lagt øll viðkomandi skjøl við einum máli, hevði hann ikki verið ráðharri í fimm minuttir afturat, staðfesti Høgni Hoydal.
Brot á alla siðvenju
Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og onnur tjóðveldisfólk staðfesti, at tað er brot á alla siðvenju, at landsstýrið leggur eitt uppskot fyri Løgtingið, hóast fakliga ráðgevingin mælir frá.
Tinglimir hjá Tjóðveldi vildu eisini hava at vita frá løgmanni um hann framvegis hevur álit á landsstýriskvinnuni og um hann metti, at hon hevði umsitið sítt málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður dugdi ikki at síggja nakað illgrunasamt og hann kunngjørdi, at hann hevði fult álit á Anniku Olsen.
Frá landsstýriskvinnuni sjálvari fekst onki svar, tí hon var ikki til staðar í Løgtinginum og løgtingsformaðurin átalaði hana fyri ikki at vera til staðar at svara spurningum.
Men tað vóru aðrir politikarar í samgonguni, sum svaraðu fyri hana.
Poul Michelsen vísti aftur, at upplýsingar vóru tagdir burtur, tí hann staðfesti, at Búnaðarstovan hevði verið í Rættarnevndini og greitt frá sínum sjónarmiðjum, so øll kendu sjónarmiðini.
Bæði hann og Kaj Leo Johannesen staðfesti, at nógv umrødda skrivið frá Búnaðarstovuni var ikki eitt hoyringsskriv, sum landsstýriskvinnan hevði skyldu til at leggja við málinum, men ein viðmerking frá stovninum.
Hann viðgekk kortini, at tað kundi ymsar meiningar vera um, antin tað skuldi ligið við málinum ella ikki.
Hinvegin førdi Heðin Zachariasen eisini fram, at tað er ikki umsitingin, sum skal avgera førda politikkin á økinum, tí tað er uppgávan hjá Løgtinginum.
Og tinglimir førdu fram, at tað kundi ikki vera rætt, at tað ikki kundi bera til at býta jørð sundur í smærri stykki, tá ið tað var neyðugt í sambandi við keyp og sølu, ella í sambandi við arv.
Sum lógin er nú, er tað ómetaliga tórført at jørð sundur í smærri stykki og tað hevur gjørt tað sera tvørligt hjá fólki, sum ikki eiga jørð frammanundan at ogna sær eitt stykki.
Tvær klagur
Her kann leggjast afturat, at hetta er aðru ferð hesa vikuna, at Tjóðveldi klagar ein landsstýrismann fyri landsstýrismálanevndini.
Fyrr í vikuni heitti Tórbjørn Jacobsen á landsstýrismálanevndina um at kanna enbætisførsluna hjá Jacobi Vestergaard í sambandi við eina broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap, har tað nú ber til at flyta fiskiloyvi ímillum trolbátar, sum eru undir og yvir 110 tons.