Anthon Petersen 90 ár

Mánadagin 13. mars fyllir Anthon Petersen í Rikuvík 90 ár.

Pápi var føddur í Rituvík 13. mars 1916. Foreldrini vóru: Inga og Petur Jacob Petersen. Hann er einasti eftirlivandi av 10 systkjum.
 
Pápi fór til skips sum 14 ára gamal. Sum 19 ára gamal misti hann hondina av eini skjótivanlukku. Hóast hetta óhapp misti hann ikki mótið upp á lívið, men helt áfram sum sjomaður og sigldi hann undir øllum krígnum.
 
28. januar 1945 giftist hann við Lenu, fødd Olsen, úr Rituvík, og fingu tey 3 børn: Aslai (Højgaard), sum býr í Runavík, Irena (Johannesen), sum býr í Rituvík, og Petur Jacob (Dakko), sum býr í Saltnesi. Eisini eigur hann 11 abbabørn og 12 langabbabørn.
 
Pápi var til skips, til hann í 1949 gavst við sjólívinum. Síðan hevur hann verið virkin á landi við ymiskum fyrifallandi arbeiðið, smíða o. a. Røktingarmaður var hann í fleiri ár. Hann hevur altíð átt bát og dámt væl at verið á floti og at skjóta fugl. Eisini hevur hann verið nógv við í haruskjóting.
 
Seinastu árini hevur hann mest fingist við at gera modell av sluppun og øðrum skipum. Hóast høgan aldur hevur hann longu gjørt havan kláran til summarið.
 
Føðingardagin verður hildin á Sjómansheiminum í Runavík sunnudagin kl. 17, har øll eru vælkomin. 
 
Børnini