ANTIKRIST KOMIN TIL HAVNAR

Antikrist – onkur vil vera við at hann melur í Havnar gøtum

lúshundurin, sum um Havnin ikki hevði nóg mikið

enn eru snøklar á Tórsheðinsá Vølli sum ikki eru lidnir

bygdafólk slíta asfaltið og framleiða permanentar ferðslutøppar

og nú, Antikrist í smølu gøtunum úti á Tinganesi!

Løgið tó, í tíggju minuttir aftan á at vit lendu í Vágum helt eg

at veruligar broytingar høvdu rakt landið fyri fyrstu ferð

at Føroyar nú endiliga høvdu skrykt seg leysar úr haftinum

donsk mentan hevur havt á okkum í minst 12 mansaldrar

sjálvviljaða trælahaftið vit av álvara tóku til okkara í ’48.

Komin suður um Leitisvatn visti eg at vónin longu var brostin

tá eg toygdi meg at vita um eitt lítið hol í mjørkanum

lat meg fáa eygað á landið úr erva – har alt var friður og frøi

var tað tí eg kendi ein sting í høgru lið – ein liberalistiskan sting

sum verandi landsstýrið etur Vismut í blikkum fyri at doyva.

OG so, knappliga, rakti tað meg sum eitt ódnarvegur!

tað sum ikki var tá vit fóru at reika Sviaríkið runt – tað flóvisliga

tað sum ger at útlendingar hava stóran stuttleika av okkum

uttan danir: teir koma ístaðin við síni forskoldaðu betrivitan

og fjala sínar egnu brølarar í geylinum um okkara býttleika.

Jú, nú var tað okkurt felag sum kallaði seg “Gudloysi” – haldi eg

sum um tað skuldi vera okkurt heilt serligt og snilt, men ístaðin

bara vísir, at vit eru ikki ment ein tumma síðani vit seinast

gjørdi okkum fyri skommum heilt suður í amazonskógin, har

giraffarnir lógu flatir og hildu sær um kýkin – og leyvan græt.

Hoyr tú, Antikrist gamli, hevur tú einki fragari at takast við

enn at mæla runt í Havn og skriva løgin lesarabrøv – tað siga tey,

ert tú helst bara ein efturgerð, ílatin ein gekkaskort frá 50’unum

onkur fann á einum gomlum hanalofti, illa farin av fukti og lukti

sproyta “Kill-It” á dølgin og tað flóvisliga er fiksað – hesuferð!