Applaus einhent

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Hvørja viku verða fólk biðin um at koma í Útvarpið at siga Føroya fólki og øllum øðrum, sum tað vilja vita, hvørjar teirra tríggjar yndisappir ella tríggir yndisappar eru. Ir ella ar, veit ikki kynið á hesum hesum nýggja undri, sum skjótt, longu í ár, noyðist at víkja fyri onkrum størri undri.

Eg eri ikki biðin um at koma. Havi heldur ongan varða laðað. Tíbetur, sigi eg bara, eri eg ikki spurdur um yndisappir/ar. Tí eg hevði ikki kunnað svarað. Eg veit rætt og slætt ikki, hvat ein app ella appur er. Eri tó framvegis á lívi, tó eg havi skilt ella misskilt, at illa ber til at liva uttan hesa snildu tøkni.

Kanska er okkum ignorantum lív lagað kortini, hóast vit onga/n app hava, og so als ongan yndis, hvat tá tríggjar.

Eg eri nakað seinførur og dølskur, tá nýggja tøknin kallar. Eg tori illa at avdúka, geri tað kortini, at eg havi eina gamla Nokia fartelefon, ja,ja, fartelefon, og hon hevur einki tal afturat Nokia, so ótrendy er hon.

Eg dugi at ringja við henni og svara, tá eg tími tað. Dugi at lesa SMS-boð, men ikki at svara ella senda.

Dugi mín sann eisini at fáa hana at vekja meg, tá eg ikki havi eina vekjaraklokku hjá mær.

Har er longu nógv, sum eg dugi at fáa burtur úr henni. Hon dugur tó nógv meira, haldi eg.

Og so hevur hon lummalykt við bláum jólaljósi. Men hana dugi eg ikki at tendra. Skuldi brúka hana í heyst, tá eg var á ferð niðan á Sinaifjallið at síggja sólina rísa og syngja tjóðsangin. Vit skuldu leggja á fjallið á miðjari nátt, klokkan tvey. Bølamyrkt, eingin gøtulykt, illgongt og alla tíðina vandi fyri at verða jarðlagdur av kamelum.

Í bussinum gjøgnum egyptisku oyðimørkini royndi eg so at fáa Nokia at lýsa. Tað lukkaðist endiliga. Men tá hevði eg longu keypt eina vanliga lummalykt fyri ein amerikanskan dollara. Eg fekk telefonina at lýsa. Men tað var tó av tilvild. Tí kann eg ikki siga uttan at lúgva, at eg dugi at fáa hana at lýsa.

Og eg dugi so sjálvandi heldur ikki at sløkkja lyktina. Hon lýsir nú blátt, hvørja ferð, eg brúki telefonina.

Vit, sum eru í miðøldini, ikki bara tí, at vit búgva í Føroyum, men eisini í tøkniligu miðøldini, hava tó onkrar fyrimunir.

Nógv gistingarhús hava eina (vanliga) teldu til gestirnar at brúka ókeypis.

Hana eiga vit nú fyri okkum sjálvi, vit sum ikki hava telduna uppi á okkum, nei, ikki uppi á okkum, men í hondini dag og nátt. Eingin teirra, sum eru dagførd hvønn dag, fara at brúka ein slíkan fornlut, sum hotellini bjóða ókeypis.

Fyri ikki so nógvum árum síðani noyddist tú altið at bíða eftir at sleppa fram at gestatelduni. Ella fara upp um náttina, men tað hugskotið høvdu onnur eisini.

So tað ráddi um at gera skjótt av, tá heiti teldustólurin endiliga gjørdist tín. Tí eftir fimm ella seks www stóð onkur aftan fyri og spurdi, um tað “is going to take long time from now”.

Spyrt tú fólk, sum eru hálvtrýss minus, hvat postfax var, vita tey ikki.

So skjótt broytist tøknin. Í ár fer at bera til at fáa teldilin skurðísettan í aðra hondina. So er hann har altíð, ikki við hondina, men í hondini.

Eg fáa kanska mína gomlu Nokia við mær í grøvina, tá tann dagurin kemur. So kann hon lýsa fyri mær har niðri, tí har er myrkt, er mær sagt.

Nýggjárslyfti? Tað havi eg longu gloymt, so tað hevur neyvan verið nakað stórt. Eingin varði.

Nýggjársynski aftur í ár: at øll religión verður treytaleyst bannað í øllum londum og í alheiminum.

Applaus fyri tí og ongum øðrum.