Fiskivinna
Í Miðvági arbeiða tey ikki bara upsa, men eisini gulllaks, sum verður virkaður til fars.
Síðan viku 26 hevur virkið keypt gullaks frá trolaranum, Vesturbúgvanum. Gullaksurin verður arbeiddur í øðrum rúmi enn upsin, og her arbeiða eini 20 fólk í tveimum vaktum; tann fyrra frá kl. 8-16 og tann seinna frá kl. 16 til midnátt.
Hesa vikuna hevur rættiliga nógv fiskaarbeiði verið á Fiskavirking í Vestmanna. Tey, sum arbeiða upsa, hava arbeitt til kl. 19 og longri út á kvøldið.
Vesturbúgvin hevur landað gullaks í Miðvági í vikuni, og Vestmenningur hevur verið við upsa.
Hvussu nógv Vestmenningur hevði inni, vistu tey ikki at siga okkum, tá ið vit frættu hósdagin, men Vesturbúgvin hevði fulla last.
Frá mánadegnum fer fólkið á virkinum í summarfrí og tikið verður ikki ímóti fiski tær næstu tríggjar vikurnar.