Hovstunnil
Gongst sum ætlað verður byrjað at bora Hovstunnilin tíðliga næsta summar.
Tað sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Fyri eini viku síðani fekk Vinnumálaráðið eitt tilmæli um Hovstunnilin frá Landsverk.
Upprunaliga varð ætlanin at gera Hovstunnilin nakað uppi í fjallinum, men síðani er tað komið fram, at tað ber væl til at gera hann niðri í dalinum, har hann liggur nógv betri fyri.
Kanningarnar, sum eru gjørdar, vátta, at tað ber væl til at gera Hovstunnilin niðri i dalinum og tað enntá fyri einar 6 milliónir bíligari enn tann verri tunnilin longri uppi hevði kostað við allari vegagerðini, sum skuldi til.
Sostatt mælir Landsverk til, at arbeitt verður víðari við ætlanini um at gera tunnilin í neðra.
Avgreiðast so skjótt sum gjørligt
Og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður ætlar at bera skjótt at.
Áðrenn arbeiðið upp á tunnilin kann byrjað, verður tað neyðugt at gera eina verklagslóg fyri tunnilin.
Tað er ein lóg, har Løgtingið gevur landsstýrinum heimild til at seta arbeiðið í verk.
Tað hevur leingi verið ætlanin at tunnilin skal gerast og sostatt er Vinnumálaráðið longu komið væl áleiðis at gera verklagslógina.
Nú skulu bara teir seinastu, teknisku smálutirnir, arbeiðast inn í lógina.
? Vit vóna at verða liðugir til jóla, so at politiska viðgerðin kann verða rundanum árskiftið, sigur Bjarni Djurholm.
? Verklagslógin skal bæði til viðgerðar á politiskum landsstýrisfundi og so skal hon til viðgerðar í teimum politisku flokkunum.
Hann sigur, at gongur tað sum ætlað, verður verklagslógin sostatt løgd fyri tingið, beinanvegin tað kemur saman aftur eftir ársskiftið. Tað verður umleið 20. januar.
Bjarni Djurholm sigur, at væntast kann, at viðgerðin í Løgtinginum tekur ein mánaða, áðrenn tað verður endaliga samtykt.
? Sostatt er ætlanin at bjóða arbeiðið út í vár so at sjálvt boriarbeiðið kann byrja tíðliga í summar, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.
Tað tykist at vera vanlig politisk semja um, at tunnilin skal gerast og Bjarni Djurholm væntar ikki, at politiska viðgerðin fer at elva til trupulleikar.
Nakrar og tríati milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri næsta ár til arbeiðið.
Men tann stóra játtanin verður at seta av í 2006, tá ið meginparturin av arbeiðnum skal gerast.
Hovstunniln er mettur at kosta 142 milliónir. Hann verður 2437 metrar langur og eftir ætlan verður koyrandi ígjøgnum hann í 2007.