Arbeiða við lógarbroyting

Løgmaður fer ikki at krevja, at Johan Dahl tekur orðini aftur í seg. Tvørtur í móti upplýsir hann, at tey á Løgmansskrivstovuni hyggja lógina um alment innlit ígjøgnum. - Men vit hava ongar ætlanir um at gera skipanina minni gjøgnumskygda

- Um eg skal krevja, at ein landsstýrismaður tekur orðini aftur í seg, hvørja ferð viðkomandi sigur okkurt óheppi, so gjørdi eg ikki nógv annað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum ikki fer at eftirlúka kravboðunum frá Føroysk Miðlafólk.
- Løgmaður eigur í stundini at krevja, at landsstýrismaðurin tekur orðini í seg aftur og staðfestur, at landsstýrið ongar slíkar ætlanir hevur, ljóðaði tað frá felagnum.
Hóast Kaj Leo ikki fer at krevja, at Johan Dahl tekur orðini aftur í seg, so tekur hann ikki undir við útsagnum hansara.
- Lógin um alment innlit er ikki nakað, sum forðar okkum í okkara arbeiðsdegi. Tað er partur av okkara arbeiði, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Gjøgnumskygni skal vera
Kaj Leo Holm Johannesen upplýsir, at tey seinastu tvey árini hava arbeitt við og eftirhugt lógina um alment innlit.
- Vit hava tó ongar ætlanir um at hava eina skipan, sum er minni gjøgnumskygd. Men galdandi lóg er 20 ára gomul, og tá er hóskiligt at hyggja hana í gjøgnum, sigur hann.
Tað er Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi, sum situr við innlitislógini.
- Vit gera so eitt upprit við okkara tankum, sum so verður sent pørtunum til hoyringar. Eisini fjølmiðlunum, tí tað kann hugsast, at fjølmiðlarnir eisini ynskja broytingar í lógini. Spurningurin er, um vit ynskja lógina, sum hon er í dag, ella um vit ynskja broytingar. Tað er tað, vit arbeiða við nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum tó ikki fær sagt, nær uppritið verður liðugt og sent til hoyringar.