Á Danmarks Meteorologiske Institut, DMI, eru tey farin í holt við at kanna, hvussu ein møguligur undirsjóvarjarðskjálvti ávirkar danskt øki. Fyribils er talan um eina innanhýsis kanning hjá stovninum sjálvum, men væntað verður, at fyribils úrslit longu kunnu verða klár um fáar vikur.
Føroyar umfataðar
DMI hevur nøkur modell, sum teir arbeiða eftir. Tey sokallaðu oceanumferðar-modellini. Tey verða nýtt til at máta, hvat hevði hent, um ein jarðskjálvti var í Atlantshavinum. Hvussu hevði hetta ávirkað tey donsku økini, og møguliga alduhædd.
? Talan er um eina vandameting. Tað vil siga, at um ein flóðalda skuldi komið her um leiðir, hvørji eru so sannlíkindini fyri alduhædd, hvussu langa tíð hon fer at taka og so framvegis, greiðir Erik Buch frá Danmarks Meteorologiske Institut frá.
Hann greiðir frá, at av tí, at Føroyar og Grønland hoyra til Danmark, so eigur kanningin eisini at umfata londini bæði. Tó uttan at koma nærri inn á hvat ella hvussu. Hann vil tó siga so mikið sum tað, at talan verður um nýtslu av somu modellum, sum í Danmark, har ein flóðalda verður simulerað.
Næstan ókendar
Flóðaldur á donskum øki eru so at siga heilt ókendar. Í 1883 var eitt eldgos á eini oyggj í Indiahavinum. Oyggin sakk so at siga í havið, og hetta førdi eina stóra flóðaldu á yvir 30 metrar við sær. Henda flóðalda merktist í Keypmannahavn. Tó var bert talan um eina vatnhædd millum fimm og 10 sentimetrar.
Onkuntíð hava verið skriður á norskum økjum, og hesar hava eisini rakt Føroyar. Tó er hetta fyri fleiri túsund árum síðani.
? Tsunamifyribrigdið er mest kent frá Stillahavinum, tí har eru pláturnar á jarðyvirflatuni øðrvísi enn her, og tí er serliga tann vestari parturin av Stillahavinum raktur av jarðskjálvtum og líknandi, sigur Erik Buch.
Allar kanningar, ið verða gjørdar í sambandi við flóðalduávaringarskipanina, skulu skrivast frágreiðingar um, og tá hetta er gjørt, verða úrslit av kanningum eisini lagdar út á heimasíðuna hjá DMI.