Arbeiði
Hvalba: Tað verður ikki fyrrenn einaferð í summar, at arbeiðið verður aftur á flakavirkinum í Hvalba.
Í løtuni verður arbeitt uppá at gera ábøtur á virkið og at broyta tað, so at tað lýkur øll krøv frá myndugleikunum til at tað kann farast undir virksemið.
Men Johan Páll Joensen í Klaksvík, sum er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri nýggja virkið, sigur, at hetta arbeiðið er so mikið umfatandi, at tað helst fer at taka einar tveir mánaðir afturat, áðrenn virkið verður liðugt og endaliga góðkent.
?Tað gongur sína gongd og høvdu vit kunna byrjað at virka fisk fyri summarfrítíðina, hevði tað ikki verið so galið, men tað er ikki vist, sigur hann.
Verður sum áður
Johan Páll Joensen sigur, at tá ið virkið letur uppaftur, verður tað helst við grundarlagið í tí fiskivinnu, sum er í Hvalba frammanundan.
Tvs, at virkið fer enn sum áður, at taka ímóti fiskinum frá djúpvatnstrolarunum.
Hann sigur, at bátarnir fiska eini 5.000 tons um árið og hevði nýggja virkið í Hvalba kunna fingið bróðurpartin av tí, hevði tað ikki verið so galið.
Nú er virkið í Hvalba frammanundan farið á heysin tvær ferðir, men tit høvdu neyvan farið undir tað aftur, høvdu tit ikki vónir um, at tað fór at bera til?
? Nei, tað høvdu vit ikki. Vit hava vónir um at tað skal bera til, ikki minst tí at virkið í Hvalba verður ein partur av einum samtaki, sum frammanundan telur eitt virki í Klaksvík, eitt á Eiði og eitt í Sørvági og so nú, eitt virki í Hvalba afturat.
? At tað eru fleiri virki í samtakinum, gevur tað okkum nógvar fyrimunir, sum gera raksturin bíligari.
?Eitt nú kunnu vit keypa fisk og vørur og tilfar í felag, vit kunnu hava felags sølu o.s.fr. Hann sigur, at nú fleiri virki eru, er tað eisini lættari at keypa heilar lastir og so at føra fiskin ímillum virkini at virka, so at hvørt virkið verður spesialiserað til virka ávís fiskasløg.
Klaksvíkingar og hvalbingar
Tað er eitt sølufelag í klaksvík hjá Johan páll Joensen, sum eigur helvtina av virkinum í Hvalba. Hina helvtina eiga hvalbingar, við teimum báðum trolarunum Steintór og Niels Paula, Arbeiðsmannafelagnum og Arbeiðskvinnufelagnum, á odda.
Í sambandi við flakavirkið í Hvalba er eitt felag stovnað, sum eigur bygningarnar og eitt annað felag, sum skal standa fyri sjálvum rakstrinum.
Hvalbingar og Klaksvíkingar eiga hvør sína helvt av hvørjum felag.
? Hetta er eitt virksemi, sum er bygt uppá álit ímillum partaeigararnar, sigur Johan Páll Joensen.
Hann sigur, at virkið kostaði tríggjar milliónir at keypa, men partapeningurin í feløgunum, sum eiga og skulu reka tað, er seks milliónir.
?Sostatt verður lítil og ongin skuld í tí, tá ið vit byrjað og tað er ein fyrimunur.
Tá ið flakavirkið í Hvalba einaferð letur upp, verður tað undir navninum Suðurís.
? Tað er útfrá tí, at í hesum samtakinum, hava vit longu frammanundan Norðís á Eiði, Eysturís í Klaksvík og Vestís í Vágum, sigur Johan Páll Joensen.