Umframt persónbilar hava Toyota eina stóra vøruskrá við arbeiðsbilum í ymiskum støddum og modellum sum t.d. Dyna lastbilar og Hiace vøruvognar og minibussar.
Toyota Dyna eru kendir sum slitsterkir og haldgóðir arbeiðsbilar, ið verða gjørdir í ymiskum útgávum og støddum til fleiri ymisk endamál og fáast sum Single Cab ella Double Cab, við einkultum ella dupultum bakhjólum, og stuttari, miðal ella langari aksilfrástøðu. Dyna fáast við tveimum 2,5 litur turbo dieselmotorum við ávikavist 88 og 102 hk, og einum 4,6 litur turbodiesel við 147 hk. Bilarnir lasta upp til 7,5 tons.
Dyna verða uppbygdir eftir egnum ynski og fáast við træ- ella aluminiumslast og 3-vegis vippulast. Hjá Reyni Service kunnu teir eisini leverast við Ferrari-kranum í fleiri ymiskum støddum. Til dømis kostar ein Dyna við 3-vegis vippulast 310.600 kr. v. mvg.
Toyota Hiace
Fyrr vóru vøruvognar sera einfaldir, høvdu bert tað mest neyðugu útgerðina, og koyrieginleikarnir vóru har eftir. Men soleiðis er ikki í dag. Vøruvognar eru ofta eins væl útgjørdir og komfortablir sum persónbilar, bert eru teir gjørdir til at lasta meira.
Toyota Hiace hava í mong ár verið nakrir av mest seldu vøruvognum í nógvum av heimsins londum. Eisini her hjá okkum eru teir sera væl umtóktir. Hiace fáast í tveimum longdum sum vøruvognar og eisini sum minibussar. Sum vøruvognar fáast teir við dragihurðum á báðum síðunum og við topphongdari baklúku eins og tveimum síðuhongdum bakhurðum.
At koyra ein Hiace er sum at koyra ein persónbil, hvat koyrieginleikum og komforti viðvíkur, kabinuni er eisini sera væl innrættað. Bilurin er arbeiðsvinarligur, og lessihæddin er lág. Vørurúmið á styttru útgávuni er 5,9 rúmmetrar, meðan tað er 7 rúmmetrar á longru útgávuni.
2,5 litur turbo dieselmotorarnir eru ávikavist 88 og 102 hk. Hiace fæst eisini við einum 2,7 litur bensinmotori við 143 hk. Teir fáast eisini sum 4x4.
Dyna og Hiace kunnu síggjast og roynast hjá ReyniService.
Toyota Hiace Van (styttra útgávan)
Motorurin2,5 litur turbodiesel 88 hk
Toppferð140 km/t
Dekkstødd195/70-15C
Stødd og vekt
Longd471,5 cm
Breidd180,0 cm
Hædd199,5 cm
Eginvekt1.650 kg
Lastevni1.150 kg
Vørurúm5,9 rúmmetrar
Prísurkr. 218.600,- v. mvg
SøluumboðReyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 353040
www.reyniservice.fo
Myndatekstur: