Tey bæði arbeiðarafeløgini í Havn melda seg nú upp í kórið, sum taka fult undir við ætlanunum hjá samgonguni at broyta fiskivnnuskipanina, sum undanfarna samgonga setti í gildi.
Nú Løgtingið viðger uppskotið hjá samgonguni um at broyta fiskvinnulógina, boða bæði Havnar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag frá, at tey taka fult undir við uppskotinum til eina nýggja fiskivinnuskipan.
Men í hesum sambandi gera tey kortini vart við, at í áratíggjur hava arbeiðarafeløgini ynskt sær eina lóggávu, sum skal tryggja at fiskatilfeingið, sum er ogn Føroya fólks, eisini av álvara kemur øllum borgarum til góðar.
– Hetta kann bara gerast við at Løgtingið og landsstýrið bera so í bandi, at so nógv av fiskinum sum tilber, verður virkaður í Føroyum – og av føroyskum arbeiðsfólkum.
– Bara soleiðis kunnu vit tryggja, at fiskurin ikki fer óvirkaður av landinum, men at so nógv sum tilber av okkara fiskatilfeingi verður virðisøkt í Føroyum og harvið skapar størst møguliga inntøku til land og virkir, siga arbeiðarafeløgini.
Tey halda eisini, at øll øki í landinum eiga at fáa lut í okkara fiskiríkidømi.
– Tað er stórur munur á, hvussu nógv arbeiði er til vanlig arbeiðsfólkið kring landið. Fyri at skapa trivna og liviumstøður kring landið, er tað umráðandi, at okkara politikarar tryggja, at arbeiðið eisini er til arbeiðsfólk, har lítið og einki fiskaarbeiði er í dag, siga tey bæði arbeiðarafeløgini í Havn.
Tey vísa á, at tað hevur rakt nógv arbeiðsfólk í Havn, at einki fiskaarbeiði er í Havn. Men tey halda eisini, at tað eigur at vera aðaltáttur, at fiskiskapurin er burðardyggur.
Og so leggja tey dent á, at føroyskir sáttmálar eru galdandi fyri øll arbeiði á sjógvi og landi.
– Vit síggja í grannalondum okkara, at stórir trupulleikar eru av arbeiðsgevarum, sum ikki halda galdandi lønarsáttmálar, og hetta er serliga galdandi, tá talan er um fremmanda arbeiðsmegi, siga Havnar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Tey halda ikki, at tað bara er uppgávan hjá fakfeløgunum at tryggja, at galdandi sáttmálar verða hildnir. Tað er eisini ein uppgáva hjá okkara politikarum, ikki minst tá politiska skipanin loyvir fremmandari arbeiðsmegi at virka á føroyskum skipum og á virkjum á landi í Føroyum, siga tey.
– Verður tað stórkapitalurin, sum stýrir okkara politikarum, skeiklar tað okkara fólkaræði, halda tey. Tí halda tey, at aðalmálið má vera at tryggja, at eingin einstakur samfelagsbólkur, og serliga ikki okkara valdsmiklu vinnulívsfólk, fara at stýra tí fiskivinnupolitikki, sum verður førdur í Føroyum.
– Tað verður ein vanlukku, um okkara valdsmiklu reiðarar og stuðlar teirra, koma at taka avgerð um, hvussu fiskivinnulóggáva okkara skal orðast, tí tað eru ikki áhugamálini hjá vanliga føroyinginum, sum liggja aftan fyri ynskini hjá hesum reiðarum um framhaldandi at sleppa at varðveita rættindi teirra til føroyska fiskatilfeingið.
Tey halda, at framferðin hjá ávísum reiðarum, og teirra umboðum, avdúkar vandan við at lata ávísum bólkum ov stóran part av fiskatilfeingi okkara, og framferðin hjá ávísum reiðarum er óhugnaligt dømi um, hvussu langt teir eru til reiðar at fara fyri at royna at ávirka okkara politiska myndugleika.
– Tað er átaluvert, at ávisir reiðarar beinleiðis hótta við at steingja virkir og at niðurlaga virksemi teirra, um Løgtingið ikki fylgir teirra ynskjum. Og tað er spell, at ávísir politikarar lata seg ávirka av slíkari ódámligari framferð, sum ikki ber brá av virðing fyri okkara fólkaræðisligu skipan, siga tey bæði arbeiðarfeløgini í Havn.