Nú republikanararnir í USA fyrireika seg til forsetavalið næsta ár, hevur spurningurin um teir nógvu útlendingarnar, sum koma ólólgiga til USA, verið eitt av umrøðuevnunum.
Tey, sum bjóða seg fram sum valevni, eru á einum máli um, at tað er neyðugt við tiltøkum. Herman Cain og Michele Bachmann hava skotið upp at seta elektriska girðing fram við markinum millum USA og Meksiko.Tey bæði halda, at tað hevði steðgað teimum ólógligu innflytarunum.
Men sambært blaðnum Los Angeles Times vísa nýggj tøl, at tað eru ikki so nógvir meksikanar, sum hava hug at fara norður um markið longur. Orsøkin er sambært blaðnum, at arbeiðsloysið er vorðið so stórt í USA, at tað er einki at fara hagar til. Nógvir av teimum ólógligu innflytarunum hava vanliga fingið arbeiði í byggivinnuni ella matstovuvinnuni, men júst í teimum vinnugreinunum er arbeiðsloysið vaksið nógv, skrivar blaðið.
Keldurnar hjá Los Angeles Times siga, at tað er ikki bara arbeiðsloysið í USA, sum fær meksikanar og onnur í Meksiko at setast aftur. Ein onnur orsøk er, at vaktarhaldið við markið er styrkt nógv, og harafturat ræðast mong tey illa gitnu rúsevnaharkaliðini, sum ofta gera um seg á marknaleiðini.