Tað er greitt, eftir at kunngerðin um frítíð við arbeiðsloysisstuðli er komin í gildi. Tað skrivar Kringvarpið.
Sambært kunngerðini verður rætturin til frítíð gjørdur upp í tímum og kann ikki verða útgoldin sum pengar.
Skipanin byggir á sama leist, sum løntakarar kenna frá frítíð við løn. Fyri hvønn mánað, ein persónur er fulltíðararbeiðsleysur og fær ALS, verður vunnin rættur til 2,08 frídagar. Tað svarar til 25 frídagar um árið.
Kunngerðin hevur virknað frá 1. apríl 2025. Tí kunnu fólk, sum hava verið arbeiðsleys farna árið, longu í summar halda frí við arbeiðsloysisstuðli, skrivar Kringvarpið.











