Arbeiðsloysið liggur støðugt um trý prosent

809 føroyingar vóru fulltíðararbeiðsleys í august.

3,0 prosent av føroyingum, ið svarar til 809 føroyingar, vóru fulltíðararbeiðsleys í august 2015. Tað skrivar Hagstova Føroya í dag.


Stovnurin upplýsir, at talan er um fimtan færri arbeiðsleys í mun til í juli mánað. Tað eru tó munandi fleiri kvinnur, ið eru arbeiðsleysar enn menn. Hjá monnum var arbeiðsloysið 2,3 prosent og hjá kvinnum 3,8 prosent.


Hagstovan vísir á, at arbeiðsloysið hevur liðugt støðugt um trý prosent teir seinastu fýra mánaðirnar.


Í mai var tað 3,1%, minkaði so til 2,9 í juni og vaks so aftur til 3,0% í juli og var tað sama í august.