Arbeiðssemi og fyrireikingar eru lykilin

FM hondbóltur menn: Toppskjúttin fegnast um, at H71 endaði ovast, hóast tað bæði í grundspælinum og fyrstu finaluni ikki sá so væl út

Tað er stórur rómur í H71 leguni í Hoyvíkshøllini. Ein av fleiri stuðulsspælarum, sum í kvøld spældi fyri síðstu ferð við H71 – í hesum umfarinum í hvussu so er – er spælskiparin Rói Ellefsen á Skipagøtu, sum í kvøld var toppskjútti saman við Peter Krogh. Teir skoraðu báðir sjey mál.

 

-Hóast tað ikki sá so gott út fyrstu tíðina í grundspælinum, og hóast vit í Vestmanna taptu fyrstu finaluna, so hava vit støðugt roknað við møguleikanum at endurvinna FM heitið. Talan hevur verið um framúr hugburð og arbeiði, bæði á vøllinum og eisini kring vøllin. At spælarar aftur vórðu tøkir, sum hava verið skaddir, og at onkur er lagstur aftrat, sum hevur verið uttanlands, er sjálvandi komið væl við, sigur Rói Ellefsen á Skipagøtu við Ásbjørn Nattestad á midlar.fo.

 

Nú fer hann til Svøríkis, har hann fer at umboða Hallby Handboll í Jönköping:

 

-Fyri meg hevur hetta árið bæði verið spennandi og mennandi. Í fjør vóru tað fleiri, sum vóru frammanfyri meg, meðan eg havi verið nógv á vøllinum í ár, og tað hevur stóran týdning, nú eg fari av landinum at royna meg, sigur greipuvinnarin Rói Ellefsen á Skipagøtu.