Árbók: Myndir av meistarum

Í árbókini um føroyskan fótbólt eru liðmyndir av føroyameistarum og steypavinnarum

Í árbókini "Føroyskur Fótbóltur 2023", ið Sosialurin hevur givið út, verður tikið saman um fótbóltsárið. Heimligu kappingarnar verða umrøddar við greinum, myndum, hagtølum og greiningum, og eisini avrikini hjá føroyskum liðum í europeiskum fótbólti verða viðgjørd.

 

Í bókini eru eisini liðmyndir av føroyameistarum og steypavinnarum í ymisku deildunum.

 

Árbókin "Føroyskur Fótbóltur 2023" er 200 síður og fæst til sølu kring landið.

 

##med2##