Tað byrjaði illa hjá Real Madrid í dystinum í innleiðandi HM-bólki H móti meksikanska liðnum, Pachuca á Bank of America leikvøllinum í Charlotte í North Carolina.
Tá bert sjey minuttir vóru farnir bleiv Raul Asensio rikin av vøllinum. Kortini megnaði Real Madrid at fóta sær og vinna 3-1 á Pachuca. 70.248 áskoðarar vóru til dystin, so tað var næstan útselt, og tað eigur at vera ein lætti hjá leiðsluni í FIFA.
Real Madrid-Pachuca 3-1 (2-0)
1-0 Jude Bellingham (35.)
2-0 Arda Güler (43.)
3-0 Federico Valverde (70.)
3-1 Elias Montiel (80.)
Í sama bólki endaði dysturin millum Salzburg og Al Hilal á Audi Field leikvøllinum í Washington DC við javnleiki 0-0.
Salzburg-Al Hilal 0-0
Real Madrid og Salzburg hava fýra stig hvør. Al Hilal hevur tvey stig, og Pachuca hevur einki stig.
Fríggjamorgunin klokkan tvey verður leikt soleiðis í triðja og seinasta umfarinum í bólkinum: Salzburg-Real Madrid og Pachuca-Al Hilal.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Real Madrid og Pachuca:
##med2##