Stóra ferðamannaskipið, ið liggur í Nólsoyarfirði er MS Arcadia. MS Albatros liggur við kai.
MS Arcadia er frá 2005. Hon er 86.799 tons og góðar 290 metrar til longdar. Hon hevur seks dieselmotorar, ið geva 51.840 kW. Toppferðin er 22 míl.
Umborð á Arcadia starvast 976 fólk og hon tekur um 2000 vitjandi.
MS Albatros er nakað minni. Hon er frá 1973. Hon er 28.518 tons og 206 metrar long. Hon siglir 21 míl og hevur pláss fyri 812 ferðafólkum.