Seinastu vikuna hava nøkur skip verið á Fuglafirði við svartkjafti.
Mikudagin landaði Arctic Voyager 1500 tons til Havsbrún, og týskvøldið var Fagraberg inni við 1200 tonsum.
Onnur skip, sum hava verið á Fuglafirði við svartkjafti, eru Norðingur, sum hevði 1800 tons og Høgaberg, sum hevði 1600 tons.