Fyrrverandi áleyparin og núverandi fótbóltsviðmerkjarin, Súni Fríði Barbá, væntar at versonurin hjá Diego Maradona verður maðurin, ið avgerð HM endaspælið í Brasil.
Versonurin hjá Diego Maradona er Manchester City leikarin Sergio Aguero.
Hvør væntar tú vinnur finaluna og hví?
Tað lættasta hevði verið at sagt, at Týskland vinnur dystin, tí eftir stórspæli í hálvfinaluni móti Brasil, eru teir stórfavorittar í finaluni móti Argentina. Men eg vænti, at Týskland kemur at fáa tað sera trupult móti vælskipaðu organisatiónini og destruktiva spæliháttinum hjá Argentina. Eg meti, at vit enn einaferð koma út í longda leiktíð, har Argentina vinnur til síðst við einum máli frá versoninum hjá besta fótbóltsleikara í HM endaspølum nakrantíð - Diego Armando Maradona.
Hvørjum landið ert tú mest bergtikin av til HM kappingina?
Sum størsta positiva yvirraskilsi í hesari HM kappingini, koma vit ikki uttanum Kosta Rica og Kolumbia.
Kosta Rica vóru endaðir í einum kanónbólki saman við: Onglandi, Italia og Uruguay. Bara tað í sær sjálvum, at teir spældu seg víðari úr bólkaspælinum við heili sjey stigum fyri tríggjar dystir, var ein sensatión í sjálvum sær. Í 1/8 finaluni bastu teir EM vinnarinum frá 2004 Grikkalandi. Teir vóru bara eina brotssparkskapping frá at koma í HM 1/2 finaluna 2014, tá teir taptu fyri favorittunum úr Hollandi. Eg var serliga imponeraður av teirra fantastiska stríðsvilja, góðu organisatión og fantastiska málverjanum hjá teimum, Keylor Navas. Vit skulu heldur ikki gloyma, at Kosta Rica er eitt pinkuland í hesum høpinum, við einans 4,6 millión íbúgvarum. Kolumbia var eisini eitt av teimum positivu landsliðunum, sum gav okkum nógvan góðan álopsfóltbólt at hyggja eftir, ikki minst tann nýggja kometin, tann 22 ára gamli James Rodriguez, sum skoraði 6 mál í seks dystum
Stórsta vónbrotið í hesari HM kappingini?
Spania fall totalt ígjøgnum í hesari kappingini. Tað kann partvíst skyldast, at nakrir av profilunum á liðnum vóru farnir útum besta fótbóltsaldur. Summi royndu at skylda uppá, at “tiki taka” spælistílurin var yvirhálaður av totalfótbóltinum. Sjálvur eri eg “áskoðari” av meira beinleiðis fótbóltspæli. Eg trúgvi at hjá Spania skyldaðist tað av ov nógvum mettum, eldri leikarum, sum ikki hava tað neyðuga ferðina í spælinum longur, sum gjørdi “tiki taka” leikháttin so effektivan. Vit sleppa heldur ikki uttanum at Italia, Ongland og Brasilia skuffaðu. Italia spældi hóast alt ein góðan dyst móti Onglandi. Men eftir fyrsta dystin var øll “magien” hjá Italia burtur. Enska landsliðið var hesa ferð í einari yngri útgávu. Til tíðir spældu teir góðan og skjótan fótbólt. Men verjuspælið var at meta sum ein katastrofa. Ein situr eftir við kensluni av, um tað nakrantíð skal fara at bragda aftur hjá enska landsliðnum. Kanska er størsti trupulleikin, at stórsti parturin av profilunum í Premier League ikki eru onglendingar. Brasilia skuffaði eisini. Ikki tí, at teir komu heilt fram til 1/2 finaluna. Men mátin teir komu víðari uppá, og tann spælistílurin teir løgdu fyri dagin. Teir vóru als ikki óhepnir at yvirhøvur at koma til 1/2 finaluna. Teir leiktu bara ein ordiliga góðan hálvleik, og tað var fyrri hálvleikur í 1/4 finaluni móti Kolumbia. Eg havi upplivað fleiri HM endaspøl, og hetta fer í søguna, sum tað endaspæli, har Brasilia slepti tí góða tekniska álopsfótbóltinum, við m.a Socrates, Zico, Ronaldinho, Ronaldo og Romario typunum. Fred, Hulk og Maicon og Fernandinho typurnar í 2014 komu ikki uppá á knøini á omanfyri nevndu fortíðar brasilsku kempunum. Uttan Neymar, hevði brasilska ævintyrið enda væl áðrenn 1/2 finaluna.