Argir hava vunnið FM

Um Argjabáturin kemur á mál í tveimum teimum seinastu róðrunum, so vinnur hann meistaraheitið

Kappróður

 

Eingin ivi er um tað. Argjabáturin vinnur FM í ár. Tað siga tølini, eftir at Argjabáturin á varmakeldu í Fuglafirði vann fyri fimtu ferð av fimm møguligum.

Teir fimm sigrarnir hava borið 35 stig í úrtøku. Ørvur er næstfremst við 26 stigum. Bara fýra bátar luttaka í kappingini. Aftasti báturin fær trý stig. Tað vil siga, at Argjabáturin eigur trygd fyri 41 stigum. Um alt skuldi vent á høvdið tvær tær síðstu ferðirnar, og Argjabáturin endaði aftast, og Ørvur vann, so hevði stigatalið hjá Ørvi verið 40.

Aftur leygardagin royndi Árnfirðingur at hanga uppií, og tað eydnaðist fyrsta lítla helmingin av 1500 metra teininum. Men so slitnaði sundur, og á málinum var munurin næstan so stórur, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar.