Argja skúli staðfestur í sáttmála

Í dag skrivaðu Tórshavnar kommuna og Articon undir sáttmála um nýggjan skúla á Argjum, sum helst er størsta verkætlan í høvuðsstaðarkommununi nakrantíð

Arkitekar eru MAP, ið eru Ove Mortensen, Rúni Abrahamsen og Heidi Poulsen.

Í sambandi við undirskrivingina segði Heðin Mortensen borgarstjóri at hann fegnaðist um gongdina í málinum og at nú var komið so mikið langt, at skrivast kundi undir allar staklutir í verkætlanini, ið er skipað sum partalag.

- Verkætlanin er dupult so stór, sum tann størsta frammanundan, segði Jón Danielsen stjóri í Articon og takkaði fyri møguleikan at verða við í kappingini, samstundis sum hann vónaði at arbeiði í partalagi fór at hepnast væl.

- Í partalagnum er sjálv verkætlanin miðdepilin og allir partar skulu gera sítt besta fyri skúlabyggingina, segði Jón Danielsen, stjóri í Articon, sum júst er liðugur við skúlan í Runavík.

Fyrireikingarnar at byggja Argja skúla byrjaðu fyri meira enn 20 árum síðani. Tær fyrstu verkætlaninar snúðu seg um at útbyggja verandi skúla. Í 2004 vóru ætlanirnar komnar so mikið langt at klárt var at bjóða fyrsta byggistig út. Kommuna valdi tó at sleppa hesi ætlan og kannaði aðrar møguleikar, m.a. ta sokallaðu Cepa trøðina. Fyri góðum ári síðani varð so semja fingin um økið vestanfyri barnagarðin á Hamrinum, ið er 20.000 m² til støddar.

Nýggi skúlin á Argjum verður tvísporaður frá 1.-9. flokk. Tilsamans verða 500 næmingar í skúlanum. Fyrireikingar eru eisini gjørdar til forskúla og frítíðarskúla. Samlaða byggingin verður 6.500m² til støddar.

Nýggi skúlin á Argjum verður skipaður í tríggjar undirvísingarpartar samsvarandi fólkaskúlalógini. Hetta sæst í byggingini, har undirvísingarpartarnir verða í hvør sínum bygningi, meðan tann fjórði bygningurin verður ein dupult fimleikarahøll.

Bygningarnir verða bundnir saman við felagsøkjum, so sum forhøll og samkomuhøll.

Sunnasti partur av byggingini verður í einari hædd. Her er ætlanin at 1.-3. flokkur skal halda til. Í norðasta parti av skúlanum, móti gilinum, skulu tey størstu børnini húsast. Her verður bygningurin í trimum hæddum.

Hvør undirvísingarpartur er skipaður sum sjálvstøðugar eindir við felagsumstøðum, bæði til lærarar og næmingar. Serhøli og námsfrøðiligur tænastudepil eru á hæddini undir undirvísingarpørtunum við beinleiðis sambandi.

Yvirskipaða hugskotið við bygninginum er »hamarin, fláirnar og løgini«. Í miðjuni gongur gjógvin ígjøgnum løgini, sum kann ímynda læring, flokksstig og undirvísingarpartar. Gjógvin skerð gjøgnum løgini, avdúkar og eggjar til at nema sær kunnleika í einum yvirførdum týdningi. Gjøgnum gjónna gongur høvuðstrappan, sum eisini er ímyndin av tí stigvísu læringini. Tá tú ert komin niðan á, ber eisini til at skoða yvir býin og heimin. Útsýnið yvir Havnina og norðeftir er sjáldsama gott.

Áherðsla er løgd á, at byggingin skal verða umhvørvisvinarlig. Skúlin hevur natúrliga ventilatión við hitaendurvinning. Hetta er fyrstu ferð, at hetta verður gjørt í Føroyum. Her verður fagtak, hitapumpur og vindeygu við lágum orkutapi.

Kelda: www.torshavn.fo