8-mannafør: Á Norðoyastevnu var munurin trý sekund, tá ið Argjabáturin vann á Ørvi. Aftur í dag vóru tað hesir báðir, sum kappaðust um fremsta plássið, og aftur í dag var tað Argjabáturin, sum vann.
Leingi sá tað út til, at sigurin hjá Argjabáturin skuldi verða trivaligur, men so spentu teir á Ørvi rættuliga í, og á málinum var Ørvur bara eitt stórt sekund aftanfyri vinnarabátin.
Á Norðoyastevnu var kappingin um næstfremsta plássið millum Ørv og Nevið Reyða sera tøtt, og á málinum var bara eitt sekund frá Ørvi og aftur til Nevið Reyða. Í dag hekk Nevið Reyða leingi uppií, men so tók at dragna, og tá ið teir fóru um málið, var Ørvur tíggju sekund frammanfyri Nevið Reyða.
Fyri fjúrtan døgum síðani var Kvívíkingur seks sekund aftanfyri Nevið Reyða. Í dag var munurin fýra sekund, og Miðvingur, sum í Klaksvík var ellivu sekund aftanfyri Nevið Reyða, var í dag minni enn eitt sekund aftanfyri Nevið Reyða og harvið á fimta plássi.
1 Argjabáturin 07:31.06
2 Ørvur 07:32.21
3 Nevið Reyða 07:42.20
4 Miðvingur 07:43.13
5 Kvívíkingur 07:46.12
Støðan
1 Argjabáturin 14
2 Ørvur 12
3 Nevið Reyða 10
4 Kvívíkingur 7
5 Miðvingur 7